Tíðindi
16.02.2017
Gist verður á Hotell Fars Hatt í Kungälv, www.farshatt.se; hotellið er frá 1684, tað hevur ókeypis internetatgongd, uttandura svimihyl og annars allar hentleikar.
Luttakarar koma úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki. Luttakaratalið verður á leið 120. Føroyar eiga sum undanfarin ár 10 pláss.
Pensjónistastevnan umfatar samveru, vitjanir og útferðir til áhugaverd støð, til dømis Kungälv kyrka frá 1679, sum liggur tætt við hotellið, Nordiska akvarellmuseet, Sillmuseet í Tjörn og Botaniska Trädgården í Gøteborg; eisini verður farið ein túr við M/S Carl Mikael Bellmann í skergarðinum og manga aðrastaðni. Fjórða dagin er veitsla.
Luttakaragjaldið er fyri hvønn í dupulkamari 6.000 SEK (umleið 4.800 DKK) og fyri hvønn í einakamari 8.600 SEK (umleið 6.800 DKK). Makin hevur møguleika at luttaka. Flutningur til og frá hotellinum rindar luttakarin sjálvur.
Føroya Lærarafelag letur stuðul til luttakaragjaldið. Íroknað luttakaragjaldið er matur allar dagarnar, vitjanir, útferðir og ferðaleiðari.
Freistin at tekna seg til pensjónistastevnuna er 15. mars. Tað verður gjørt við at venda sær til skrivstovuna hjá Føroya Lærarafelag tlf. 61 68 63 ella elin@lararafelag.fo.