Tíðindi
25.01.2018
Í 2018 verður stevnan í døgunum 11.–15. juni 2018 í Hanaholmen í Finnlandi. Hanaholmen liggur í Esbo nær við Helsingfors. Gist verður á Hanaholmens kulturcentrum (www.hanaholmen.fi/sv/).
Luttakarar koma úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi og Noregi. Lärarforbundet í Svøríki hevur tó boðað frá, at tey taka ikki lut í 2018 og neyvan í 2019 heldur. Av tí sama er ivi um, hvussu stórt luttakaratalið verður næsta ár, tá Føroya Lærarafelag og FLE skipa fyri stevnuni í Føroyum. Føroyar eiga sum undanfarin ár 10 pláss.
Pensjónistastevnan umfatar samveru, vitjanir og útferðir til áhugaverd støð. Fjórða dagin er vanliga veitsla við undirhaldi. Hvørt landið skal lata 4 sangir til felags sangheftið, og skipa fyri at teir verða sungnir.
Luttakaragjaldið verður:
Í dupultkamari 690 € (uml 5.200 kr) fyri hvønn.
Í einakamari 890 €. (uml 6.700 kr) fyri hvønn.
Maki hevur møguleika at luttaka, men bert limir í Føroya Lærarafelag fáa stuðul frá felagnum.
Føroya Lærarafelag letur stuðul til luttakaragjaldið.
Íroknað luttakaragjaldið er matur allar dagarnar, vitjanir, útferðir og ferðaleiðari.
Flutningur til og frá stevnuplássinum er ikki við í luttøkugjaldinum.
Freistin at tekna seg til pensjónistastevnuna er 5. mars 2018. Tú teknar teg til stevnuna við at venda tær til skrivstovuna hjá Føroya Lærarafelag tlf 61 68 63 ella elin@lararafelag.fo Freistin at tekna seg til pensjónistastevnuna er 5. februar 2018.
Tá tú teknar teg til luttøku, skulu hesir upplýsingar fylgja við:
• Fornavn, eftirnavn
• Fullfíggjaðan bústað
• Telefonnummar við landanummari
• Teldupostadressu
• Serkostur
• Annað, sum kann tarna luttøku í ymsum tiltøkum, t. d. rørslutarn.
Spurningar kunnu sendast til: pall.poulsen48@gmail.com ella elin@lararafelag.fo
Henda kunning verður eisini send øllum limum, sum hava skrásett sína mailadressu hjá FLE.