Tíðindi
11.03.2020
Summarskeiðið NPT (Nordisk Pensionisttræf) fyri eftirløntar lærarar í ár verður í Alta, sum er størsti býurin í Finnmørkini. Býurin liggur innast í Altafjørðinum. Har búgva gott og væl 20.000 fólk. Síðan Alta fekk heitið at vera býur, hevur hann fingið eyknevnið “norðlýsisbýurin”. Í Alta finnur tú størsta savnið í Norðurevropa av fjallalist, sum veiðifólk hava evnað.
Freistin at tekna seg til pensjónistatreffið í Alta er longu 23. mars. Tíggju luttakarar í Føroya eiga pláss á treffinum; tekna fleiri enn 10 seg, ber til at sleppa við, um færri luttakarar koma úr hinum londunum.
Kostnaður:
Dupultkamar 5.225 kr. fyri hvønn.
Einakamar 7.200 kr fyri hvønn
Goldið skal verða í seinasta lagi 1. mai á kontu hjá Føroya Lærarafelag: 6460 167.005.2. Viðmerkið á flytingina NPT og navn.
Kostnaðurin er fyri mat og gisting allar dagarnar umframt flutning í sambandi við fyriskipaðu útferðirnar. Ferðin frá og til Hotel Scandic Alta er ikki íroknað.
Teknið tykkum á lararaf@lararafelag.fo
Á tekningini mugu tit upplýsa navn, føðiár, fartelefonnumar, t- postadressu og upplýsingar um viðkvæmi, serkost og annað, ið kann hava týdning.
Fyrireikararnir í Noregi gera vart við, at tað er ein fyritreyt, at hvør einstakur megnar at ferðast uttan stórvegis hjálp.