Tíðindi
18.03.2019
Aðalfundurin byrjar við, at bjóðað verður drekkamuður, síðan verður fundurin settur klokkan 11.30. Fundarstjóri verður valdur, og ársfrágreiðingin løgd fram. Kunning verður frá NPT í Føroyum 2019 er tað seinasta á skránni.
FLE heitir á allar eftirløntar lærarar at kanna eftir, um limagjald er goldið. Hetta gevur limaskap í FLE og samstundis í FL. Felagnum manglar teldupostadressur hjá fleiri lærarum, og tí verður fundarinnkallingin send við vanligum posti til fleiri, so fyri at fáa eitt lætt samskifti, verða tit biðin um at senda felagnum teldupostadressu – og boða frá, um tit ikki ynskja at vera limir í FLE.
Virkandi forkvinna er Gunnvør Joensen gunnvoraryggi@gmail.com