Tíðindi
24.01.2017
Jarðfeingi og samstarvspartar í Føroyum luttaka saman við stovnum í Póllandi, Fraklandi, Íslandi og Noreg í EduArctic-verkætlanini, sum heldur fram til 2018.
Úrslitini frá PISA-kanningunum, sum vórðu almannakunngjørd í desember, vístu, at stórur tørvur er á fjøltáttaðum undirvísingartilfari til skúlar innan náttúruvísindalig og tøknilig evni. Tað er nakað av hesum, sum EduArctic-verkætlanin bjóðar.
EduArctic-verkætlanin er samansett av fimm eindum:
Webinar-fyrilestrar um náttúruvísindi og arktiska gransking.
Polarpedia, sum lýsir vísindalig hugtøk og ymiskt undirvísingartilfar á fimm ymiskum málum.
Arktisk kapping fyri skúlanæmingar í øllum Evropa, har vinningurin er ein arktisk kanningarferð.
Náttúrukanningar í umhvørvinum kring skúlan.
Læraraskeið.
Í hesum døgum byrja undirvísingartilboðini til skúlar í Føroyum og kring alt Evropa. Skráin við m.a. kapping og fyrilestrum er at síggja á portalinum hjá verkætlanini: Edu-arctic.eu.
Lærarar í fólkaskúlum og miðnámsskúlum hava møguleika at tekna seg og gera gagn av
ókeypis tilboðum, sum verkætlanin bjóðar.
Fylg okkum (eduarctic) á:
Fleiri upplýsingar um EduArctic-verkætlanina:
http://edu-arctic.eu/
Videofilmur við føroyskari rødd:
Føroyskur faldari:
http://edu-arctic.eu/images/promotional/Brochure_EDUArctic_Faroese.pdf
Lærarar kunnu tekna seg:
http://edu-arctic.eu/program/teachers/register
Tíðindabræv til øll áhugað:
http://edu-arctic.eu/program/subscriptions/new
Kelda: jf.fo