Tíðindi
31.03.2017
Hagtølini vísa eisini, at børn av tilflytaraforeldrum klára seg nógv verri enn onnur, sambært Statistisk sentralbyrå (SSB).
Norsk gransking vísir, at sama hvørja roynd og floksstig talan er um, so eru nógv flest børn, hvørs foreldur hava høga útbúgving, millum teirra, ið klára seg betur enn miðal. Royndin í enskum er tann royndin, har minst munur var í úrslitunum hjá næmingum, men eisini her sær SSB ein týðiligan samanhang millum útbúgvingina hjá foreldrum og hægstu miðaltøl longu á fimta floksstigi.
Næmingar, sum skora á lægsta førleikastigi í lesing millum børn, sum er flutt til Noregs, er á 43 prosent á fimta floksstigi. Fyri hinar næmingarnar er parturin á lægsta stigi 23 prosent. Millum norsk børn við foreldrum, sum eru flutt til landið, er parturin 35,5 prosent. Í enskum er munurin lítil á hesum trimum bólkunum. Í rokning eru 36 prosent av tilflytarabørnum á lægsta stigi í fimta flokki, fyri hini er talan um 21 prosent.
Tað eru smáir kynsmunir. Gentur hava lyndi til at klára seg betur í lesiroyndunum, men dreingir hava klárað seg betur í rokning.
Næmingar á fimta floksstigi í Noregi eru til roynd í lesing, enskum og rokning, og úrslitini verða greinað á trimum førleikastigum. Næmingar á áttanda floksstigi eru til roynd í somu lærugreinum, og teirra úrslit verða greinað á fimm førleikastigum.
Kelda: forskning.no