Tíðindi

Drúgv skúlafrávera greinað

Beint fyri jól kunngjørdi danska kenslumálaráðið kanningarúrslit, sum yvirskipað lýsa, hvussu ymsu kommunurnar í landinum handfara drúgva skúlafráveru, umframt eftirlit við heimaundirvísing og børn, sum ikki hava eitt skúlatilboð.

21.02.2025

Í nógvum kommunum í Danmark veksur tørvurin á sjúkraundirvísing; talið á næmingum, sum fáa heimaundirvísing, veksur, og talið á næmingum, sum einki skúlatilboð hava, veksur eisini. Fleiri børn og ung hava tað trupult í vanligu undirvísingini, fleiri hava drúgva skúlafráveru og trupult við at fara aftur til vanliga gerandisdagin í skúlanum eftir at hava verið burtur frá skúla eitt tíðarskeið.

Ein stórur partur av hesum børnum og ungum fáa sjúkraundirvísing í styttri og longri tíðarskeið í fólkaskúlanum ella heimaundirvísing, sum ymsu kommunurnar hava ábyrgd av at hava eftirlit við. Tí hevur stýrið fyri undirvísing og góðsku kannað, hvat kommunurnar í roynd og veru gjørdu í 2024, tá ið talan var um drúgva skúlafráveru, sjúkraundirvísing, eftirlit við heimaundirvísing og uppfylging við børnum, sum einki undirvísingartilboð hava.

Her eru nøkur úrslit í úrvali:

Drúgv frávera:

* Orsakir til drúgva fráveru: Kommunurnar meta, at vanligastu orsakirnar eru sálarligar líðingar, persónligar avbjóðingar og sosialar avbjóðingar.
* Fráveruskráseting: 27 % av kommunurnar siga frá eini einsháttaðari skráseting tvørtur um skúlamørk í kommununi.
* Skipanarlig umrøða: 46 % av kommununum vísa á, at tey afturvendandi umrøða næmingafráveru í einstaka skúlanum, og at umrøðan byggir á fráverudátur í skúlanum.

Sjúkraundirvísing

* Vav: Nærum helmingurin av kommununum í kanningini siga frá vaksandi tørvi á sjúkraundirvísing.
* Praksis: Bara 13 % av kommununum meta, at tær hava góða praksis, tá ið talan er um sjúkraundirvísing, og 79 % siga, at tað er ringt at fíggja sjúkraundirvísingina.
* Fjarundirvísing: Í 68 % av kommununum brúka tey fjarundirvísing sum part av sjúkraundirvísingini.

Heimaundirvísing

* Vav: Talið á børnum, sum fáa heimaundirvísing, er trífaldað síðan 2017 til 1553 børn í juni 2024.
* Orsakir: Sannføringin hjá foreldrunum og mistrivnaðurin hjá barninum í einum siðbundnum skúlaumhvørvi verður mett at vera millum vanligastu orsakirnar.
* Longd: 56 % av kommununum siga, at børn vanliga fáa heimaundirvísing í 2-3 ár.
* Eftirlit: 2/3 av kommunum brúka skúlar í økinum at føra eftirlit, meðan 28 % brúka ráðgevar í kommununi.

Børn, sum ikki hava tilboð um undirvísing

* Vav: Í juni 2024 høvdu 644 børn í Danmark einki undirvísingartilboð (í 34 kommunum), og kommunurnar mettu, at 10 % av børnunum framvegis einki undirvísingartilboð høvdu eftir trimum vikum.
* Orsakir: Sálarligar avbjóðingar, vantandi umbøn um skúlatilboð eftir flyting og bíðtíð eftir sertilboði verða mett at vera millum vanligastu orsakirnar.
* Tilboð fyrr: 56 % av kommununum siga, at børnini hava gingið í vanligum flokki í fólkaskúlanum.

Kelda: uvm.dk

Mynd: pexels.com


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni