Tíðindi

Dreymurin er fast starv

Tað er fantastiskt at kunna vera við til at menna næmingar, sum hava serligan tørv. Eg havi eisini ein dreym um at halda fram at útbúgva meg. Tað sigur Omondi Reagan Ayodo, lærari í Skúlanum á Giljanesi

08.08.2023

Fyri gott og væl seks árum síðan arbeiddi hann í skúla og barnaheimi í heimlandinum, Kenja. Í dag er hann lærari í Skúlanum á Giljanesi, har hann hevur verið síðan august í fjør. Hesa tíðina, meðan hann hevur búð í Føroyum, hevur hann lært seg føroyskt og danskt, nomið sær læraraútbúgving, um somu tíð sum hann hevur røkt ymisk størv undir lestrinum.

- Eg eri útbúgvin lærari í Kenja, og tá ið eg flutti til Føroya, visti eg, at eg vildi arbeiða sum lærari her eisini. Tað var ikki so einfalt, tí eg kundi ikki brúka útbúgvingina, sum eg hevði, so eg mátti taka hana av nýggjum, og tað er kanska gott, tí skúlin í Føroyum og skúlin í Kenja eru púra hvør sítt.

35 ára gamli Omondi Reagan Ayodo, vanliga nevndur Reagan, býr í dag í Sandavági við konu síni og børnunum, sum eru fimm, trý og eitt ára gomul. Honum dámar sera væl at arbeiða sum lærari í Føroyum og vónar at sleppa at halda fram á Giljanesi. Hann undirvísir í enskum, støddfrøði, list og ítrótti.

- Dreymurin er fast starv og at sleppa at arbeiða meiri við næmingum, sum hava serligan tørv. Tí havi eg royndir við í Kenja. Tað er fantastiskt at kunna vera við til at menna næmingar, sum hava serligan tørv. Eg havi eisini ein dreym um at halda fram at útbúgva meg.

Tað er ikki ov nógv at siga, at tað er hvør sítt at vera lærari í Kenja og Føroyum. Í Kenja er vanligt, at tað eru 50-60 næmingar í hvørjum flokki. Tað er eisini vanligt, at næmingarnir sjálvir skulu útvega sær undirvísingartilfar og rinda fyri tað. Somuleiðis er vanligt, at skúladagurin er ógvuliga langur, og næmingarnir javnt og samt skulu upp til roynd og verða eftirmettir. Tað er ikki óvanligt at ganga skúlaár umaftur, og tað er heldur ikki óvanligt at verða burturvístur úr skúlanum, um tú ikki hevur ráð at keypa tær bøkur og tilfar, sum tú skalt brúka í skúlanum.

- Tað er avbjóðandi at vera lærari í Kenja, tí umstøðurnar kunnu gera tað trupult. Flokkarnir eru stórir, har eru eingir hjálparlærarar ella námsfrøðingar, og tí ber tað á ongan hátt til at røkka øllum næmingum. Hetta gongur sjálvandi mest út yvir veikastu næmingarnar. Hóast skúlin setir næmingunum stór krøv, og tað ofta eru royndir í øllum árgangum, kann tað vera ringt hjá læraranum at fylgja við, um næmingarnir læra tað, teir skulu, tí teir eru so nógvir í tali. Nú royna tey at broyta skúlaskipanina, soleiðis at næmingar ikki skulu ganga skúlaár um aftur, um teir ikki klára royndirnar. Eitt, sum ger tað sera trupult, er, at lærarin hevur ikki nógv tilfar at brúka í undirvísingini. Tað er vanligt at biðja næmingar keypa tilfar, sum manglar, og hava næmingarnir ikki ráð, so kunnu teir ikki læra tað, sum skúlin krevur av teimum. Tað er hart at síggja. Serliga í fátækabýlingum kemur tað fyri, at foreldur ikki eiga pengar fyri skúlatilfar. Hava næmingarnir ikki pengarnar, kunnu teir ikki koma í skúla. Tí fara nógvir næmingar úr skúlanum, og tað er sjálvandi ógvuliga keðiligt.

Ein annar týðandi munur millum skúlan í Kenja og í Føroyum er hugurin hjá næmingum at ganga í skúla. Næmingunum í Kenja dámar sum heild væl at ganga í skúla. Tað sama heldur hann ikki, at mann kann siga sum heild um hugin hjá næmingum í Føroyum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2023

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni