Tíðindi

Dreingjaflokkur á Skála

Skála skúli hevur søkt Mentamálaráðið um at sleppa undir royndarverkætlan við einum flokki bara fyri dreingir

11.04.2016

Í februar søkti Skála skúli Mentamálaráðið um at sleppa undir royndarverkætlan við einum dreingjaflokki.
- Summir dreingir eru ógvuliga buldrutir og hava trupult við at savna seg um tað, sum gongur fyri seg í undirvísingini og flokkinum; teir hava ógvuliga ilt við at fáa tað burtur úr siðbundnu undirvísingini, sum teir kundu, hóast teir eru vanliga gávaðir og hava gott arbeiðslag. Vit hava fyrr arbeitt við málrættaðari undirvísing til dreingir við góðum úrsliti, men nú kundu vit hugsað okkum at farið eitt stig longri, sigur Don Joensen, skúlastjóri í Skúla skúla.

Verður umsóknin gingin á møti, verður ein flokkur gjørdur við um 5-6 dreingjum úr ymsum aldurs- og floksstigum í senn.
- Flokkurin verður tvørtur um fleiri aldursstig um neyðugt, og tað er ymiskt, hvørjir næmingar eru við. Undirvísingin verður ógvuliga alternativ og fer at fara fram nógv uttandura og úti í náttúruni, har vit serliga fara at hava tær vísindaligu lærugreinirnar. Teir fara framvegis at varðveita tilknýtið til flokkin, tí dreingjaflokkurin verður bara partvís av undirvísingini.

Don Joensen sigur, at orsøkin til at tey velja at fara undir ein dreingjaflokk, er ikki ein ásannan av, at skúlin í dag er bara ein skúli fyri gentur.
- Tað er at taka ov rívan til at siga, at skúlin ikki er fyri dreingir, men fyri summar dreingir er skúlin, sum hann vanliga verður skipaður, ikki nóg væl egnaður. Nógvir dreingir klára seg væl í skúlanum, men summir dreingir fella uttanfyri, og tað er ógvuliga harmiligt, tí teir fáa ikki tað, teimum tørvar. Um vit í einum vanligum flokki leggja undirvísingina til rættis eftir hesum dreingjunum, sum onkursvegna fella uttanfyri, so eru tað aðrir næmingar, sum eru við sviðusoð. Tí er ein loysn at gera eina roynd at skipa ein flokk við dreingjum.

Don Joensen væntar at fáa svar frá Mentamálaráðnum í hesum mánaðinum.
- Lógin loyvir okkum at skipa ein dreingjaflokk, men skal tað eydnast til fulnar, mugu vit hava tímar til tað, og at brúka tímar innan verandi tímajáttan ber ikki nóg væl til, tí hon er so tepur, so vit vóna at fáa tímar til hesa royndarverkætlanina.

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni