Tíðindi

Dreingir luttaka ikki í málspølum í barnagarðinum

Málspøl í barnagarðinum fanga gentur meiri enn dreingir; tað kann geva gentum ein fyrimun, tá ið tær byrja í skúlanum

01.07.2016

Tað er týðiligt samband millum, hvussu børn menna málið fyrstu árini, og hvussu væl tey læra at lesa seinni. Í nógv ár hevur tað verið munur á lesiførleikunum hjá gentum og dreingjum í Noregi; altjóða kanningar vísa, at ungir norskir dreingir eru eitt heilt skúlaár aftan fyri javnaldrandi genturnar, tá ið talan er um lesing.

Nú vísir ein kanning, sum Lesisentrið í Stavanger hevur gjørt, at gentur eisini hava størri áhuga at lesa og spæla við orð í barnagarðinum. Granskarar nevna hetta málsligt tilvit, nakað sum er fortreyt fyri fyrstu lesiinnlæringina. Tað snýr seg um, at barnið verður varugt við sjálvt málið. Dømi um hetta kann vera, tá barnið uppdagar, at orð kunnu ríma, at tey kenna bókstavin, ið navn teirra byrjar við, aftur, og tey byrja at spæla við orð.
- Hetta tilvitið verður stimbrað gjøgnum virksemi við lesing, sangi, rímum og ramsum, og hetta hevur nógvar góðar ringvirkningar, sigur Elisabeth Brekke Stangeland, granskari við Lesisentrið á Universitetetinum í Stavanger.

Stangeland hevur kannað 1005 barnagarðsbørn í Stavanger-økinum í sambandi við doktararitgerð sína; børnini vóru í aldrinum 2 og hálvt ára gomul, til tann dagin tey gjørdust 2 ár og 9 mánaðir gomul. Kanningin vísir, at genturnar, sum eru knapt 3 ára gamlar, eru meiri áhugaðar í málspølunum, og at tær taka lut í spølunum í størri mun enn dreingirnir.
– Hetta er hugvekjandi; tá ið dreingir taka minni lut í málspølum, er vandi fyri, at teir missa týdningarmikla málstimbran, sum fremur málsligu førleikarnar, sum eru umráðandi, tá ið teir skulu byrja at lesa og læra. Hetta kann eisini hava við sær, at teir ikki fáa somu positivu royndirnar við lesing samanborið við genturnar, sigur Stangeland.

Hon leggur afturat, at orsøkin er ikki, at dreingirnir ikki verða eggjaðir at luttaka.

– Kortini síggja vit, at dreingirnir oftari velja at fara úr spølunum; tí mugu vit spyrja, hví soleiðis er; eru spølini nóg spennandi fyri dreingir, eru spølini gjørd meiri til gentur?

Børn eru ymisk; summum dámar væl at sita í horninum og lesa, onnur eru alla tíðina í gongd við eitthvørt og hava næstan ikki tíð at seta seg niður. Stangeland heldur, at tað er umráðandi at virða áhugamálini og ynskini hjá børnunum.

– Dreingir í norskum barnagørðum verða sjálvandi stimbraðir málsliga, men hyggja vit at gransking, eru munir á lesiførleikunum hjá gentum og dreingjum, og tí er umráðandi, at vit gera tað, vit kunnu, fyri at gentur og dreingir fara í skúla við somu fortreytum, sigur hon.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni