Tíðindi

Danskir næmingar liggja í oddinum, tá ið talan er um at skilja búskap

Næmingar í Danmark eru millum teirra, sum klára seg best, tá ið talan er um at skilja privatan búskap og fíggjarlig viðurskifti sum heild. Tað vísir PISA 2022, har førleikarnir hjá donskum næmingum at skilja búskap eru kannaðir fyri fyrstu ferð.

16.08.2024

Næmingarnir klára seg rættiliga væl, tá ið talan er um at skilja búskaparlig fyribrigdi og váðar. Teir duga eisini væl at brúka vitanina í skilagóðum valum í egnum fíggjarviðurskiftum. Kanningin, ið júst er almannakunngjørd, vísir, at donsku næmingarnir liggja í oddinum á listanum yvir luttakandi OECD-lond saman við Belgia, Kanada og Niðurlond. Næmingarnir úr hesum fýra londunum skora munandi betur enn OECD-miðalið, tá ið tað ræður um at fatanina av privatum fíggjarviðurskiftum. Soleiðis ljóðar ein av niðurstøðunum, sum VIVE hevur gjørt fyri Barna og útbúgvingarmálaráðið í Danmark. VIVE stendur fyri Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd.

PISA hevur kannað fatanina hjá næmingum av privatbúskaparligum viðurskiftum og hugt at, um næmingarnir taka skilagóðar og væl grundaðar avgerðir, tá ið tað ræður um egin fíggjarlig viðurskifti. Eitt nú er kannað, um næmingarnir duga at samanbera fyrimunir og vansar við at læna pengar við ymiskaru rentu og ymiskum treytum.

Meginparturin av donsku næmingunum klára seg væl í kanningini. Hetta úrslitið bendir á, at danskir næmingar sum heild eru væl fyri at taka fíggjarligar avgerðir.

Dreingirnir klára seg best

Donsku dreingirnir klára seg eitt sindur betur samanborið við genturnar. Fleiri dreingir enn gentur søgdu haraftrat, at teimum dámdi væl at tosa um peningaspurningar. Tað gongur aftur í flestu av teimum luttakandi OECD-londunum, at dreingirnir sum heild klára seg eitt sindur betur enn genturnar, tá ið talan er um fatan av og vitan um privatan búskap.

Kanningin vísir eisini, at nógv teir flestu av teimum donsku næmingunum (95%) hava gjaldskort, og at teir næmingar, sum sjálvir hava gjaldskort, klára seg betur enn lítli bólkurin av næmingunum, sum ikki hevur.

”Tað gleðir meg, at danskir næmingar eru so framúr, tá ið talan er um búskaparliga fatan. Ikki minst tí, at tað hevur verið sagt, at danskir dreingir vita alt ov lítið um síni egnu fíggjaligu viðurskiftin. Tann fordómin kunnu vit nú mana í jørðina. Eg haldi eisini, at tað er áhugavert, at næmingar við egnum gjaldskorti klára seg best. Tað er ein áminning til okkum vaksnu um, at vit eiga at tora at líta á, at ung vaksin vaksa við ábyrgdini, vit geva teimum,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri.

Umframt spurningar um fíggjarligar førleikar vórðu næmingarnir eisini spurdir um undirvísingina í skúlanum. Her virðismeta donsku næmingarnir, at teir fáa undirvísing í fíggjarligum og búskaparligum viðurskiftum. Til dømis siga 78% av næmingunum, at teir hava fingið undirvísing í, hvussu lýsingar royna at fáa fólk at keypa ting.

Kelda: uvm.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni