Tíðindi

Danska nýskipanin av fólkaskúlanum ein ræðumynd

Mangan taka vit hugskot og tankar uttaneftir uttan at gera okkum far um, um hetta riggar til okkara viðurskifti, men landsstýriskvinnan við skúlamálum vissar okkum um, at hon fer ikki at smoyggja eina nýskipan yvir fólkaskúlan, eins og gjørt er í Danmark.

14.12.2015

At kalla hvønn dag eru tíðindi og søgur í donskum miðlunum um, hvussu illa tað gongur í hond at arbeiða sambært nýskipanini av danska fólkaskúlanum. Allur fólkaskúlin er kollveltur, arbeiðstíðin hjá lærarum er broytt, skúlin skal fata um alt fleiri næmingar, sum áður hava verið á serskúla, nýggj tiltøk eru sett inn í skúlan, og skúladagurin er longur til at vera heildagsskúli. Vit hoyra søgur um strongdar lærarar, um lærarar, sum geva skarvin yvir og siga starvið frá sær, um lærarar sum ikki hava tíð at fyrireika undirvísing, um næmingar við serligum tørvi, sum nú fáa eitt verri skúlatilboð enn áður, um foreldur, sum kenna seg ótrygg, og um foreldur, sum velja at taka børn síni úr fólkaskúlanum og koyra tey í privatskúla í staðin.

Danska Lærarafelagið var ikki eftirspurt, tá ið nýskipanin var snikkað saman; áðrenn nýskipanin varð sett í verk, vóru lærararnir í drúgvum verkfalli, sum endaði við, at stjórnin skar ígjøgnum og setti í verk eina ta mest umfatandi nýskipanina av skúlanum nakrantíð. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, heldur ikki nógv um mátan, sum nýskipanin er framd.
- Vit kunnu ikki broyta nakað við at smoyggja nakað oman yvir høvdið á fólki. Tí kundi eg ikki droymt um at gjørt sama mistakið, sum fyrrverandi stjórnin í Danmark gjørdi, og sum sitandi stjórn heldur fast um, við at nýskipa skúlan uttan at tryggja sær undirtøku frá teimum, sum skulu fremja nýskipanina í verki. Tú kanst ikki við góðum úrsliti noyða fólk at ganga eina leið, tey ikki vilja ganga. Heldur hinvegin eigur tú at taka fólk í hondina og fylgjast fram á. Tað, danir hava gjørt við fólkaskúlan, er ein ræðumynd, tá ið talan er um arbeiðstíðina. Ivaleyst eru nógvir góðar tankar í nógvum av tí, sum liggur í nýskipanini, men stjórnin gloymdi eftir øllum at døma at fáa tey við, sum varða av skúlanum, nevniliga lærarar og foreldur. Nýskipanin hevur ikki kjølfesti í tørvinum, sum lærarar og foreldur hava. Og úrslitið er hareftir, tí mótstøðan ímóti nýskipanini er stór og sýnist ikki at minka. Mítt ynski er, at vit koma fram á leið í felag, og tað trúgvi eg, at vit fara, sigur Rigmor Dam, og leggur afturat, at:
- Grundleggjandi eri eg ivasom um donsku skúlaleiðina, har málið einamest tykist vera at fyrireika børnini til vaksnalívið, at klekja profittmaksimerandi arbeiðsmeyrur og forbrúkarar til kappingarsamfelagið. Hendan blinda talentveiðan kann lættliga koppa yvir, so barnaárini gerast fyrireikingarár og ikki dygdargóð liviár við sínum egna virði. Hinvegin eiga vit at virða barndómin, og gjøgnum dagstovnar og skúla geva øllum børnum førleikar, áræði og amboð at skapa sær eydnuna, ja, tað góða lívið, út frá egnum fortreytum, í einum fólkaræðisligum og burðardyggum felagsskapi við onnur menniskju.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni