Tíðindi

Danska lærarafelagið vil av við fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum

Stendur tað til danska lærarafelagið, eiga ung í Danmark ikki longur at enda fólkaskúlan við fráfaringarroyndum. Í staðin eiga næmingarnir at fáa eina heildarmeting frá lærarunum, heldur felagið.

27.11.2024

Fráfaringarroyndirnar skulu út út skúlanum.

Soleiðis ljóðar eitt nýtt, merkisvert tilmæli frá Danmarks Lærerforening til politikararnar í Fólkatinginum. Felagið skjýtur upp, at fráfaringarroyndirnar verða avskaffaðar fyri allar næmingar og allar lærugreinir.

”Bæði gransking og royndir benda á, at undirvísingin í skúlanum ikki verður betri av fráfaringarroyndum. Uttan fráfaringarroyndir kunnu vit savna okkum um at hava góða, fjølbroytta og motiverandi undirvísing,” sigur Regitze Flannov, forkvinna í undirvísingarnevndini í danska lærarafelagnum.

Tað er longu semja í danska fólkatinginum um, at tørvur er á færri royndum. Í vár gjørdu partarnir semju um, at talið á fráfaringarroyndum skal minka úr átta niður í seks frá skúlaárinum 2025/2026 at rokna.

Samstundis skal ein serfrøðingabólkur, sum enn ikki er settur, koma við einum boði uppá, hvussu royndirnar “kunnu mennast víðari og tillagast”.

Formansskapurin í ráðnum fyri læringina hjá børnum mælir til uppaftur færri royndir. Tilmælið frá teimum er, at børn bara eiga at fara upp í donskum og støddfrøði.

Men nú fer felagið hjá lærarunum uppaftur longri og skjýtur upp, at allar royndirnar verða avtiknar. Regitze Flannov sigur, at lærarafelagið vil “seta eina týðiliga kós”.

”Fráfaringarroyndirnar, soleiðis sum tær eru í dag, eru normerandi fyri undirvísingina. Vit vilja hava eina undirvísing, sum er eksperimentandi og tættari praksisinum, og tá eru royndirnar forðandi. Tað vita vit frá gransking, men tað vita vit sanniliga eisini frá okkara limum.”

Í staðin fyri at enda skúlan við einum prógvi við karakterum frá fráfaringarroyndunum heldur Danmarks Lærerforening, at næmingarnir skulu hava eina meting frá lærarunum av fakliga støðinum. Tað fer sambært felagnum at geva møguleikar fyri eini meiri heildarkendari meting av fakligu styrkini hjá næmingunum í ymsu lærugreinunum.

”Fakligu heildarmetingina av støðinum skulu næmingarnir hava við sær, tá ið teir eru lidnir við fólkaskúlan, og hon eigur ikki at verða treytað av eini fráfaringarroynd, sum tekur 20 minuttir,” sigur Regitze Flannov.

Eisini í Noregi og Føroyum enda næmingarnir skúlatíðina við at fara upp í fráfaringarroynd. Í Svøríki, Finnlandi og Íslandi hava tey ikki fráfaringarroyndir.

Foreldur og skúlastjórar samd  

Claus Hjortdal, sum er formaður í danska skúlaleiðarafelagnum, dámar væl útspælið frá danska lærarafelagnum.

”Vi eru í stóran mun samd um hetta, men spurningurin er, um tað er realistiskt at fáa ígjøgnum, tí tað sýnist ikki vera tað, sum politikararnir vilja,” sigur hann.

Skúlaleiðarafelagið vísir tí eins og formansskapurin í ráðnum fyri læringina hjá børnum á, at mann ístaðin eigur at fækka um fráfaringarroyndirnar, soleiðis at tað bara vera royndir í donskum og støddfrøði.

Næstformaðurin í Foreldrafelagnum Skúli og foreldur, Regitze Spenner Ishøy, heldur, at tað er spennandi hugskot at avtaka royndir og próvtøkur í fólkaskúlanum.

”Eg haldi, at vit í veruleikanum eiga at hyggja at øllum mátanum, sum vit døma okkara børn – eisini at próvtøkustiganum. Eru tað aðrir mátar, sum tú kanst testa næmingar við enn við at hava próvtøkur? Próvtøkan speglar kanska ikki tað, tú dugir,” sigur hon og vísir á, at tað eisini eru avbjóðingar við at avtaka próvtøkur.

”Tá ið tú skalt víðari í útbúgvingarskipanini, verður tú dømd ella dømdur við próvtøkum. Kanska er tað gott at hava roynt at verið til próvtøku fyri at læra tað? Men tað kanst tú væl gera í eini undirvísingarstøðu, har tú svarar onkrari uppgávu ella gera eitthvørt upp á tíð.”

Hon heldur, at fráfaringarroyndirnar í dag hava ov stóran týdning.

”Tað er rættiliga margháttligt, at tað eftir níggju ella tíggju ár skal verða avgjørt við eini próvtøku eftir hálvan tíma, og at tað er har, at tað verður mett, hvussu væl tú dugir og ikki sambært tí, sum tú hevur víst undan próvtøkuni.”

Skúlastjórar vilja av við próvtøku-orðið

Stendur tað til leiðararnar, eigur fyrsta umráðandi stigið vera at strika orðið “eksamin” ella próvtøka.

”Vit vilja strika tað at kunna standa ella ikki standa eina próvtøku – klára ella ikki klára eina próvtøku. Fólkaskúlin er ikki nakað, sum tú skalt klára. Hann skal gjøgnumførast. Vit mæltu harðliga ímóti, tá ið tað var broytt til, at tú skalt standa eina roynd, men tað var kortini lættliga samtykt,” sigur hann.

”Tað eru nógvir næmingar, sum taka tað í stórum álvara, at tú skalt klára nakað. Tú hevur brúk fyri karakteri fyri at sleppa víðari í skúlaskipanini eftir fólkaskúlan, men tað snýr seg ikki um at standa ella ikki standa.”

Skúlaleiðararnir halda hinvegin, at tað er tørvur á størri rásarúmi, tá ið talan er um at avgreiða próvtøkurnar.

”Tað nýtist ikki at vera eins í øllum landinum.”

Claus Hjortdal tekur undir við sjónarmiðinum hjá Danmarks Lærerforening, sum er, at vit eiga at hyggja at næmingum øðrvísi enn vit gera í dag.

”Tað ber til at royna ymisk sløg av eftirmetingum. Eitt sindur sum verkætlanaruppgávan, sum kann verða gjørd á ymsan hátt alt eftir, hvar tú ert. Tað ber til at gera eina fakliga sterka uppgávu ella eina sterka visuella uppgávu. Vit eiga at bjóða einstaka næminginum av, alt eftir hvar hann er. Tað skal vera avbjóðandi, men kortini til at kunna megna.”

”Sum tað er nú eru fráfaringarroyndirnar standarduppgávur, sum eru lættar fyri summi og truplar fyri. Vit vilja gjarna broyta tær, soleiðis at øll skulu kunna megna tað á tí støðinum, tey eru, og tí er tað nógv betri við afturmelding til næmingarnar heldur enn at brúka karakterir.”

Kelda: Folkeskolen.dk

Mynd. iStock


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni