Tíðindi
30.11.2022
Føroya Lærarafelag, Námsvísindadeildin og Heim & skúli skipa fyri almennum pallborðsfundi um fólkaskúlan. Valevni úr øllum flokkum luttaka.
Evni, sum verða viðgjørt, eru hesi:
* hvat siga valskráirnar um fólkaskúlan
* umstøðurnar hjá læraranum í dagsins fólkaskúla
* læraraútbúgvingin og eftirútbúgving av lærarum
* hin góði skúlin, har lærarar og næmingar trívast
Valevnini fáa høvi at greiða frá síni hugsan, og høvi verður at seta spurningar úr salinum.
Valfundurin verður eisini stroymdur á https://www.youtube.com/watch?v=V1eR_NvMhQE
Savnsmynd