Tíðindi
28.01.2021
Í februar í fjør var tátturin Dagsins yrking á fyrsta sinni settur á skrá. Dagsins yrking fekk góða undirtøku, og tí gleðist Kringvarpið um, at vit aftur í februar í ár fara at hugsavna okkum um yrkingar.
Hvønn yrkadag - mánadag til fríggjadag, klokkan 12.00 - verður ein yrking at hoyra í útvarpinum. Í alt er talan um 20 yrkingar. Tað verða 6 yrkjarar og 4 sjónleikarar, vit fara at hoyra lesa upprunaføroyskar yrkingar.
Bókmentaráðið hevur skipað fyri og valt út so ymiskt og fjølbroytt sum gjørligt. Í bókmentaráðnum eru Marjun Syderbø Kjelnæs og Bergur Rasmussen fyri Rithøvundafelagið, og fyri Kringvarpið eru Jonna Fritsdóttir Mortensen og Páll Danielsen.