Tíðindi
09.06.2023
Nú, ein av døgunum, kemur so tað nógv umtalaða álitið frá nevndini, sum hevur sitið og orðað uppskot um broytingar á fólkaskúlaøkinum. Og talan er, sum skilst, um grundleggandi broytingar á fleiri ymiskum økjum. Eisini broytingar viðvíkjandi tíma- og lærugreinabýtinum.
Tað er ein sannroynd, at bæði tíma- og lærugreinabýtið hava verið sær sjálvum lík í langsamiliga tíð. Hóast tankar stundum hava verið frammi um dagføringar, hevur tað ikki ført til broytingar av týdningi. Tað er eisini skilligt. Hetta er jú ein hornasteinur í skúlaverkinum og eisini eldfimt at gera nakað við. Flestu lærarar halda, at júst sítt fak er eitt av heimsins sjey undrum og kann tí ógjørligt broytast, í øllum førum ikki minkast í vavi, heldur øvut.
Tað skal tó sigast, at onkrar broytingar hava verið. Eftir skelkin av fyrstu PISA-kanningini vórðu væl fleiri føroysktímar lagdir afturat í innskúlingini. Og fyri nøkrum árum síðani kom nýtt fak í hádeildina, samfelagsfrøði. Tveir eyka tímar á tímatalvuna um vikuna í 7., 8. og 9. flokki. Eisini øktist talið av tímum í alis- og evnafrøði úr tveimum upp í tríggjar tímar um vikuna. Felags fyri hesar broytingar var sostatt, at tímatalvan hjá næmingunum øktist og stendur nú nærmast at bresta. Nýtt kom afturat, men einki bleiv skorið burtur. Hetta hevur ført við sær, at nógvir, fyri ikki at siga flestu næmingarnir í 8. og 9. flokki hava 37-39 tímar á tímatalvuni um vikuna. Hetta er, í mínari verð, alt ov nógv. Nógvir næmingar eru javnan troyttir, mótfalnir og missa hugin til skúla. Serliga dreingirnir sýnast av vera ávirkaðir av hesum, eisini tí at skúlin er so bókligur og lítið handaligur og kreativt/musiskur. Næmingarnir hava ikki nakað ímóti skúlanum sum so, teir allarflestu trívast væl sosialt. Tað er bara tímatalvan og arbeiðið annars, ið er ov stórt.
Hóast evnið er eldfimt og fløkt, og nógvar eru meiningarnar, so verða vit noydd at taka stóra kjakið um, hvørjar broytingar skulu til, og síðani seta út í kortið av nýggjum. Broyta tíma- og læraugreinabýtið grundleggjandi. Spurningurin er so hvussu?
Yvirskipað eiga næmingarnir at hava færri tímar og betri javnvág ímillum mál-, kunningar-, náttúru- og handalig/kreativ fak. Men hetta má ikki máa støðið undan arbeiðstíðini hjá lærarum. Tað skal vera óbroytt, og lærarar sum í dag eitt nú hava nakað av yvirtíð, eiga at kunnu halda fram við tí. Hetta er ikki eitt spariátak hjá myndugleikunum, men ein umlegging av tímatalvuni hjá næmingunum.
Einar 32 tímar um vikuna í hádeild, haldi eg, kundi verið hóskiligt. Harav fýra tímar til kreativar/handaligar lærugreinar, og teir tímarnir mugu ikki liggja, ímeðan týskt ella alis- og evnafrøði er. Hetta fyri, at næmingarnir bæði skulu kunna hava fýra tímar í kreativum lærugreinum, umframt alis- og evnafrøði og týskt, um teir vilja tað.
Men hetta merkir eisini, at nakrar lærugreinir mugu minka í vavi. Vildi hildið, at hesar fimm lærugreinirnar tola at missa ein tíma um vikuna: enskt, danskt, samfelagsfrøði, alis- og evnafrøði og kristni. Haldi ikki, at vit kunnu skera tey klassisku dannilsisfakini: landafrøði, søgu og lívfrøði. Tey hava jú bara tveir tímar um vikuna sum er. Men vit kundu eisini broytt týskt til tveir tímar um vikuna, men byrja við tí í 7. flokki. Hesar broytingar tilsamans høvdu havt við sær eina tímatalvu á umleið 32 tímar í hádeild. Tað, sum vit missa í mongd av tímum, høvdu vit sera sannlíkt vunnið inn aftur í øktum áhuga og virkisfýsni hjá nógvum næmingum, vildi eg mett. Men tað er sjálvsagt bara gitingar. Tað má helst roynast í verki fyri at vita, hvussu hilnast, tá ið saman um kemur. Men sjálvsagt mugu námsætlanir broytast samsvarandi slíkum broytingum. Skúlin á Fløtum hevur í umbúna at royna nakað líknandi við styttri tímatalvu longu komandi skúlaár, sum eina royndarskipan. Spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at hilnast. Livst so spyrst.
Ímeðan við spent bíða eftir álitinum.