Tíðindi

Co-teaching og betri tvílæraraskipan kunnu gera stóran mun

Co-teaching við javnsettum lærarum er ein áhugaverdur tanki í fólkaskúlanum. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

15.05.2023

Í høvuðsheitum eru góðir tankar og góð tilmæli í frágreiðingini Fleiri hendur, betri karmar og skjótari hjálp, sum var handað landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum í februar. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags. Frágreiðingin og tilmælini eru í góðum samsvari við tað, sum Føroya Lærarafelag metir hevur stóran týdning fyri at fáa børn at støðast væl í skúlanum, bæði tá ið talan er um trivnað og læring. Eitt nú kunnu co-teaching og betri og styrkt tvílæraraskipan gera stóran mun. Co-teaching hevur við sær, at tveir javnsettir lærarar undirvísa einum flokki samstundis. Lærararnir eru útbúnir at undirvísa saman sambært hesum arbeiðsháttinum, og tí vita teir akkurát, hvør ger hvat og nær, og hvør hevur ábyrgdina. Hesin arbeiðshátturin hevur havt góð úrslit úti í heimi.

- Co-teaching við javnsettum lærarum er ein áhugaverdur tanki í fólkaskúlanum. Lærarar røkka betur hvørjum einstøkum næmingi við hesum arbeiðsháttinum. Tá ið talan er um trivnaðin, so vísir tað seg eisini, at næmingarnir velja, hvønn lærara tey venda sær til, og tað hevur víst seg at hava góða ávirkan á sambandið. Lærararnir samstarva um næmingarnar og flokkin, og tí eru útlitini fyri, at allir næmingarnir kenna seg sæddar og hoyrdar, góð, og granskingin vísir, at næmingarnir bæði trívast og læra betur.

Hugsanin er, at co-teaching í fyrstu syftu er í einum úrvali av flokkum. Tvílæraraskipanin, sum hon er nú, er í fyrsta og øðrum flokki og tekur við, tá ið 18 næmingar ella fleiri eru í flokkinum, tó bara eitt avmarkað tímatal. Jacob Eli S. Olsen heldur ikki, at tað er nóg munagott bara at víðka tvílæraraskipanina til at fevna um fleiri árgangir, soleiðis sum arbeiðsbólkurin mælir til.

- Tvílæraraskipanin átti at verið dagførd og ikki bara víðkað til at fevna um fleiri flokkar, tí tað er alt ov nógv hjá einum lærara at vera einsamallur við 17 næmingum í 1. flokki; tá tað eru 24 næmingar í flokkinum, er lærarin einsamallur helvtina av tíðini. Eftir mínum tykki eigur tvílæraraskipan at taka við, longu tá ið tað eru 10-12 næmingar í flokkinum, og tveir lærarar eiga at vera inni í tímanum meginpartin av tíðini. Tá ið tað eru 18 næmingar í 1. flokki, eiga tveir lærarar at vera í flokkinum allar tímarnar.

Samanbera vit skipanirnar, so røkkur tvílæraraskipanin við co-teaching nógv fleiri næmingum nógv betur enn tvílæraraskipanin, sum hon er í dag, tí tá eru lærararnir lærdir at undirvísa saman, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Tað er nógv, sum talar fyri, at tvílæraraskipanin eigur at verða ment. Tað hevði loyst upp fyri nógvum, eitt nú hjá flokslæraranum, sum hevur alt ov lítið av tíð til alt ov nógvar uppgávur og næmingar, og lærarin hevði fingið betri samband við næmingin, tað hevði fingið fleiri næmingar at rúmast í vanliga skúlanum, so tørvurin á serflokkum kundi minkað samsvarandi.

Í verandi tvílæraraskipan undirvísa tveir lærarar, men teir eru ikki útbúnir í at undirvísa saman á sama hátt sum í co-teaching-arbeiðsháttinum. Verður tvílæraraskipanin víðkað til allar árgangir, sum skotið er upp, fer skipanin at kosta 18-20 milliónir krónur um árið. Co-teaching-verkætlanin í útvaldum flokkum fer at kosta góða hálva triðju millión krónur um árið í eini royndartíð í trý ár.

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 2, 2023

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni