Tíðindi

CD-ORÐ

Summi hava ilt við at skilja út frá ljóðinum av einum orði, hvussu tað stavast. Tað vil siga, at tað er torført hjá summum at knýta tað audioella saman við tað visuella. Hoyra fólk yvirhøvur eitt orð, duga tey vanliga at ímynda sær, hvussu tað stavast

28.09.2016

 

Skúlin á Giljanesi fer nú undir at royna tað tøkniliga forritið CD-ORÐ, sum er eitt pc-amboð, ið hjálpir tær at lesa og skriva – antin tú ert orðblind/ur, hevur ilt við at lesa og skriva, hevur brúk fyri stuðli í undirvísingini ella vilt betra tín staviførleika á fleiri málum.

Skúlin á Giljanesi hevur keypt teldlar á Microsoft Surface, og í løtuni hava fimm næmingar í framhaldsdeildini fingið pakkan til láns. Málið við hesum er, at tann lesiveiki næmingurin hevur altíð hetta amboðið hjá sær. Amboðið er lætt og lítið og startar skjótt upp. Og við tað, at næmingurin kann hava amboðið heima, kennir hann tað. Tað vil siga, at næmingurin kann altíð – annaðhvørt hann er heima ella í skúla – biðja CD-ORÐ hjálpa sær.

Við CD-ORÐ hava vit eitt forrit til telduna (pc'aran), ið hjálpir okkum við upplestri og orðauppskotum. Tað vil siga, at hevur tú eitt orð, sum tú ikki dugir at stava, kann CD-ORÐ koma við einum uppskoti. Hetta ger CD-ORÐ út frá tí teksti, tú longu hevur skrivað. Teldan roynir altso at gita tað næsta orðið. So at gongst tær illa at lesa tekst ella orðini, tú ætlar at skriva, hjálpir CD-ORÐ. Forritið lesur tey orðini upp, sum tú skrivar, ella tann tekstin, tú markar. CD-ORÐ lesur eisini upp úr PDF-fílum og markar orðið, ið verður lisið upp.

KT-vørðurin í Skúlanum á Giljanesi, Tórhallur Simonsen, hevur gjørt teldlarnar klárar og ansar væl eftir, at øll sum skulu fáa røttu forritini á teldurnar. Jónley á Løgmansbø, lærari, hevur fingið 4 tímar á tímatalvuna um vikuna til at læra næmingarnar at brúka forritið. Tað er ógvuliga umráðandi at brúka tíð og orku til at læra forritið at kenna. Eitt skeið er ikki nóg mikið. Tú skalt brúka CD-ORÐ so ofta sum til ber, annars gloymir tú tað. Skalt tú upp til ársroynd og hevur gloymt, hvussu tú brúkar forritið, er tað brádliga ikki eitt hjálparamboð, men ein bági. Tí er tað so gott hjá skúlanum at hava Jónley á Løgmansbø at leiðbeina og undirvísa í at brúka amboðið. Hon lærir sjálvandi eisini lærararnar at brúka CD-ORÐ soleiðis, at teir eru hollir stuðlar hjá børnunum.

Samanumtikið hjálpir CD-ORÐ barninum at lesa og skriva, so at hann ella hon fáa betri fortreytir fyri at nema sær vitan, klára seg fakliga í skúlanum og at fáa sjálvsálit.
 
Enn er amboðið so mikið nýtt, at í Skúlanum á Giljanesi kenna tey ikki úrslitið, men royndin er farin í gongd, og tey vænta sær nógva nyttu av CD-ORÐ.

Um eitt hálvt ár, vita tey á Giljanesi, hvussu ætlanin við CD-ORÐ fer at eydnast.


Myndin:
Stjórin í Skúlanum á Giljanesi, Annbritt Tortegaard, er fegin um at kunngera, at skúlin fer nú undir at royna tað tøkniliga forritið CD-ORÐ, sum er eitt pc-amboð, ið hjálpir lesi- og skrivitarnaðum at lesa og skriva

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni