Tíðindi

Búskaparráðið leggur ikki upp fyri minkandi barnatali

Av tí at talið á børnum, sum fara í skúla, minkar alsamt, verður tørvurin á lærarum minni komandi árini; hesum og øðrum týðandi viðurskiftum hevur Búskaparráðið ikki lagt upp fyri í framrokning síni av tørvinum á útbúnum lærarum komandi 10 árini, vísir Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags á

23.08.2016

Tørvurin á lærarum hevur verið minkandi seinnu árini, og tað er einki, sum bendir á, at støðan fer at venda; kortini hevur Búskaparráðið ikki tikið henda veruleika við í frágreiðing sína, sum var latin í vár. Umframt hevur Búskaparráðið mett talið á teimum, sum fara frá komandi 10 árini, at vera ov høgt. Hetta sigur Herálvur Jacobsen í viðmerking til niðurstøðuna í seinastu frágreiðingini, har sagt verður, at tørvur verður á 300 lærarum komandi 10 árini, tí 300 fara frá fyri aldur.
- Sambært tølum, vit hava, so er talið á teimum, sum fara frá fram til 2024, ikki 300 men nærri 250-260, tað vil siga hálvt hundrað færri, sum svarar til í øllum førum ein árgang av læraralesandi av Námsvísindadeildini. Umleið 25 lærarar fara frá fyri aldur um árið. At gera eina beina framrokning av verandi støðu uttan at taka fyrilit fyri, at tað eru nógv viðurskifti, ið ávirka, og støðan alla tíðina broytist, heldur ikki. Tað er ikki bara talið á næmingum, sum minkar; tímatalið tódnar eisini orsakað av vantandi játtan, og tað ávirkar eisini tørvin á lærarum.

Formaður Føroya Lærarafelags segði í summar, at tað er skilabetri at leggja ein árgang burtur ímillum av og á, har eingi læraralesandi verða tikin inn, og so í staðin nýta orkuna at eftirútbúgva lærarar; tørvurin á eftirútbúgving innan allar greinir er ovurhonds stórur, og sum er verður hetta raðfest í alt ov lítlan mun. Herálvur Jacobsen metir framvegis, at hetta er tann besta loysnin.
- Vit hava ongan áhuga í, at lærarar verða útbúnir til arbeiðsloysi. Tað eigur at vera rímiligt samsvar millum útboð og eftirspurning á lærarum.

Føroya Lærarafelag er vitandi um, at tað eru nógvir lærarar við nýggjum læraraprógvi, sum ikki hava fingið starv; felagið er í løtuni í ferð við at kanna hesi viðurskifti til botns.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni