Tíðindi
23.02.2017
Tað sigur nýggi skúlastjórin í Nonnuskúlanum í Havn, Aslaug Olsen, sum tók við stjórastarvinum í Sankta Frans skúla tann 1. februar. Hon vil fegin varðveita nógv av hesum siðaarvi.
Aslaug Olsen hevur verið stjóri í Sankta Frans í góðar tríggjar vikur, og longu nú torir hon at siga, at hesin skúlin er ein frálíkur skúli upp á allar mátar.
Grundin til at hon søkti starvið sum skúlastjóri í Sankta Frans var millum annað, at hetta er ein stórur skúli.
- Eg helt, at hetta var ein nokk so spennandi skúli, og Havnin hevur upp á ein máta nógv meir at bjóða. Her er so góð atgongd til alt, sigur Aslaug.
Hon sipar til, at tað er so lætt at koma til tað mentanarlívið, vit vilja hava. Tað er so nær við alt.
Hon er longu nú sera fegin um at vera her, tí í hesum skúlanum eru so ómetaliga góðir lærarar. Hetta er hennara sannførandi kensla. Fólk eru sambært henni so eldhugað her. Tey eru so glað alla tíðina, og her hendir so nógv.
- Tað haldi eg sjálv er rættiliga spennandi, sigur hon.
Aslaug Olsen, skúlastjóri, kendi ikki Sankta Frans skúla innanífrá, men hon hevur staðfest eftir nakrar og tjúgu dagar, at her hendir mangt stuttligt og spennandi.
Hon tók læraraprógv í 2002 og varð so at siga alt fyri eitt fyrstilærari í Hvalvík, har hon var í 12 ár, men hon helt seg hava brúk fyri einum betri palli at standa á. Hon fór undir merkonomútbúgving á Kambsdali, og síðan hevur hon tikið diplomútbúgving í leiðslu um netið á Copenhagen Business Academy.
Í fjør – 2016 – hevði hon eitt sabbatár. Tá var hon inni á Strondum. Skúlastjórin har var í farloyvi, so Aslaug loysti hann av í tí miðalstóra skúlanum við framhaldsdeild við 115 børnum og 19 lærarum.
Eitt tað allarfyrsta, hon legði merki til í Sankta Frans skúla við sínum 314 næmingum og 28 lærarum, var, hvussu friðarligt her er.
- Tú hoyrir fólk tosa og undirvísa, og her er eingin skøva nakrastaðni, hóast tað er slitið eitt sindur, tí hetta er ein gamal skúli. Men her er ótrúliga væl hildið og harmoniskt, sigur Aslaug.
Hon er sera fegin um tað góða samanhaldið millum lærararnar í skúlanum. Teir skipa eitt nú fyri ymsum trivnaðartiltøkum.
So, jú, Aslaug Olsen, nýggi stjórin í Sankta Frans skúla í Havn, trívist í sínum nýggja starvi saman við einum búnum starvsliði. Hon er eisini fegin um, at fartelefonirnar hjá næmingunum eru ikki tendraðar í skúlatíð, og teir fara út í fríkorterinum.
Aslaug er komin í ein væl skipaðan, siðbundnan skúla mitt í høvuðsstaðnum. Hon leggur dent á, at móttøkan, hon hevur fingið í Nonnuskúlanum, er einastandandi.
Myndin:
Aslaug Olsen, nýggi stjórin í Sankta Frans skúla í Havn, frøist um, at hon er komin í ein sera væl skipaðan skúla
Tekstur og mynd: Sonne Smith