Bloggur
26.02.2025
At lurta eftir meiningum hjá hvørjum øðrum og at arbeiða saman um at gera skúlan betri, so øll trívast – tað er týdningarmikið! Tað er í skúlanum, at vit læra og mennast til góðar samfelagsborgarar í einum fólkaræðisligum samfelagi. Her spæla næmingaráðini ein týðandi leiklut, og sanniliga hava næmingaráðini í Føroyum verið sera virkin seinastu tíðina.
Tá ið vit tosa um eina nýggja barnalóg, eiga serfrøðingarnir at geva sítt íkast, og serfrøðingarnir í hesum føri eru børnini, tí tey vita best. Øll børn hava rætt til góð skúlaár. Tey hava rætt til at siga sína hugsan og at vera hoyrd.
Seinasta árið havi eg arbeitt við óteljandi børnum, sum forvitin hava lært um barnarættindi. Eg havi hoyrt teirra meiningar, hjartamál og hvat skal til fyri at gera skúlan betri. Næmingaráðini hava ferðast kring oyggjarnar, og eg var so heppin at sleppa við eisini. Tit hugsa kanska, hví havi eg verið við? Eg eri ikki í nøkrum næmingaráði, men eg eri læraralesandi, og í tí sambandi fekk eg høvi at vera við til hesar næmingaráðsdagarnar. Í septembur 2024 vóru næmingaráðini boðin á skeið. Zorp kom at vitja børnini. Zorp er ein grøn vera frá einari ókendari gongustjørnu. Tit skuldu bara sæð spentu eyguni, tá ið tey hittu Zorp. Tey skuldu greiða frá, hvat skal til fyri, at øll børn í Føroyum hava tað gott, og hvat øll børn hava rætt til. Børnini fortaldu fyri Zorp, at: “øll hava rætt til góð barnaár”, “øll hava rætt til eitt trygt heim og eina familju” og “øll hava rætt til at hava vinir”. Hvønn dag eri eg farin rørd heim, tí børnini hava so nóg góð hugskot: betri spælipláss, betri vesviðurskifti og fleiri átøk fyri at forða happing í skúlanum. Hetta vóru bert nøkur fá dømi, men tað vísir sanniliga, at tað er sera umráðandi, at tey vaksnu taka børnini í størsta álvara. Vit skulu eggja børnunum at siga sína meiningar, og vit skulu hava virðing fyri meiningum hjá børnum, sum grein 12 í barnarættindasáttmálanum leggur dent á!
Við ársbyrjan 2025 var stór og søgulig barnaráðstevna í Norðurlandahúsinum. Næmingaráðini skuldu geva sítt íkast til fyrstu barnalógina í Føroyum, og tá skulu børnini sjálvandi hava ein virknan leiklut! Vinkonan og eg vóru við til fyrireikingarnar og til barnaráðstevnuna. Vit eru læraralesandi, men í fyrireikingunum skiftu vit ham. Vit vóru professionellir klipparar, og vit høvdu andsperru í fingrunum, tí vit kliptu so nógv. Á barnaráðstevnuni var eitt tankatræ, har børnini kundu hugleiða um mangt og hvat. Hetta træið skuldi sjálvandi eisini gerast klárt. Aftur her sluppu vit at royna okkum. Vit vóru urtagarðsfólk og fóru á Gróðurstøðina at heinta greinar. Síðani skiftu vit fullkomiliga ham, eins og kópakonan og lótu okkum í málaradrakt og masku, og fóru síðani í gongd við at stoypa og sproytmála tankatræið. Eg havi fyrr altíð sagt, at eg ikki eri tann kreativa typan á hesum økinum, men aftan á hesar fyrireikingarnar kann eg errin siga, at eg eri vorðin kreativ.
Á barnaráðstevnuni vóru tríggjar verkstovur, har ein teirra var, at børnini skuldu gera eina sokallaða virðislinju. Nøkur av myndakortunum vóru matur, vatn, heim, familja, fín klæðir og snildfon. Tað fyrsta, sum tey vaksnu hugsa, er, at børnini halda heilt víst, at snildfonin og tey fínu klæðini hava størst týdning. Hetta var als ikki tað, ið eg eygleiddi. Børnini bólkaðu virðislinjuna upp eftir tørvsvarðanum hjá Maslow. Tey koyrdu mat, vatn, familju og heim ovast á virðislinjuna, tí hetta vóru grundleggjandi tørvir til tess at yvirliva. Fleiri børn spurdi meg, hví knappatelefon ikki var eitt myndakort. Einasta orsøkin til, at ein telefon veruliga var neyðug, var um tú skuldi ringja eftir læknahjálp, søgdu tey. Hvussu hevði virðislinjan sæð út, um tey vaksnu vórðu spurd? Neyvan hevði snildfonin verið niðast. Niðurstøðan hjá mær er, at børnini hugsa als ikki materielt, men tey hugsa um tey veruligu virðini: familja, vinir og kærleiki.
Tá eg gekk í fólkaskúlanum, hugsaði eg altíð, at tað var órættvíst, tá ið tey í næmingaráðnum skuldu fundast, tí tey ótu altíð pitsa og hugnaðu sær. Nú havi eg veruliga sæð, hvussu týdningarmikið næmingaráðið er fyri skúlan. Næmingaráðini hava stóra ábyrgd – tey eru eygu og oyru og talurør hjá øllum hinum næmingunum í skúlunum.
Børnini eru komandi ættarliðið, tey eru framtíðin og vit skulu veruliga ikki undirmeta tey. Børnini vita nógv – tey hava sterkar meiningar, sera góð hugskot, og tey hava rætt til at vera hoyrd!