Tíðindi

Børn í vánaligum korum illa fyri í skúlanum

Ert tú barn í fátækari familju, ella hava foreldur tíni trupulleikar við misnýtslu ella av sálarfrøðiligum slagi, ert tú í størri vanda fyri at vera útihýstur í skúlanum og vera fyri happing.

18.12.2015

Tað vísir ein spurnablaðskanning, ið er gjørd millum næmingar í Noregi. Næmingarnir eru spurdir, hvørja upplivingar teir hava rundan um hetta at vera útihýstur ella innlimaður í felagsskapin í skúlanum. Kanningin er frá 2001 og fevnir um 98 skúlar í 30 kommunum í Noregi við 7420 næmingum frá 5. flokki til 10. flokk. Kanningin er framvegis aktuell, tí eingin tilsvarandi kanning er gjørd í Noregi síðan.

Granskararnir kannaðu børn sum heild, men við serligum atliti til børn, sum eru sosialt viðkvom; skilt sum børn, ið hava tað trupult orsakað av umstøðunum, sum tey eru vaksin upp undir.

Sosialt viðkvomu børnini vóru býtt sundur í fýra bólkar:
* Børn við foreldrum, sum eru misnýtarar
* Børn við foreldrum, sum hava sálarligar trupulleikar
* Flóttabørn
* Børn, sum eru undir barnaverndini

Kanningin kortlegði, hvussu týdningarmikil sosiobúskaparligur status er fyri, um tú verður inkluderaður í skúlanum ella ikki. Sosiobúskaparligur status í hesum førinum skal skiljast sum ein samanrenning av, hvussu familjan er fyri fíggjarliga, hvussu bústaðarviðurskiftini eru, og hvussu útbúgvingarstigið hjá foreldrunum er.

Inkluderingin var mátað eftir trimum ymsum faktorum:
* happing
* relatiónir til floksfelagar
* relatiónir til lærarar

Flestu næmingarnir kendu seg at vera inkluderaðir í flokkin, men granskararnir mettu serliga ein flokk at vera illa fyri, nevniliga næmingar við lágum sosiobúskaparligum statusi. Hesir vóru sosialt illa fyri og í minni mun inkluderaðir í skúlanum enn onnur børn.
 
Flóttabørn
Av teimum sosialt viðkvomu vóru flóttabørn frægast fyri. Tey vóru ikki líka nógv fyri happing og útihýsing sum hinir bólkarnir av sosialt viðkvomum børnum. Somuleiðis høvdu hesi børnini bestu viðurskifti við lærararnar.

Ringast fyri, tá ið talan er um happing, eru børnini, sum eru undir barnaverndini. Har søgdu 34 prosent, at tey verða happað hvørja viku ella oftari. Samsvarandi tøl fyri børnini, sum hava foreldur við sálarligum trupulleikum, var 20 prosent.
 
Kelda: http://laringsmiljosenteret.uis.no/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni