Tíðindi
01.05.2023
Filmsbrotini stava frá ráðstevnuni, sum var síðsta heyst í Oslo í Noregi við heitinum framtíðar leikluturin hjá lærarum í Norðurlondum. Endamálið við ráðstevnuni var at geva íblástur til kjakið um, hvussu vit kunnu menna og styrkja útbúgvingarøkið og læraraleiklutin í Norðurlondum. Ráðstevnan var partur av norðurlendsku verkætlanini “Útbúgving fyri haldførari menning 2021-2024”, sum serliga varpar ljós á útbúgving og lærarans leiklut í samfelagnum, og hvussu vit kunnu leggja dent á førleikar og vitan í einum burðardyggum samfelag.
Børnini í filmsbrotunum koma úr Føroyum, Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi, Álandi og Íslandi. Fýra børn eru við í brotunum. Øll brotini hava enskan undirtekst.
Filmsbrotini eru um góðan minutt til longdar hvørt. Tú kanst síggja tey her:
https://nordicteachers.no/ressurser/filmer/?fbclid=IwAR2HMBL7nM2Fg2kcXLZl-krpj_8dVdKg5tee2QVslHZ_2RQGEfPAVIMzbXY