Tíðindi

Børn við bókum heima tjentu meiri sum vaksin

Tey, ið vaksa upp í heimi, sum hevur bøkur á hillunum, klára seg ógvuliga væl

27.07.2016

Nógv bendir á, at bøkur hava góða ávirkan á tey flestu. Vit vita, at bøkur eru væl egnaðar, tá ið talan er um at gera børn tilvitað um mál, og vit vita eisini, at ein góð skaldsøga kann fáa teg at skilja betur, hvat onnur hugsa og føla. Nú vísir tað seg, at bøkur eisini kunnu nýtast at spáa um, hvussu nógv tú fert at tjena eitt heilt lív. Tey, sum høvdu atgongd til bøkur heima, tá ið tey vóru børn, tjentu ein fimting meiri ígjøgnum alt yrkislívið, sambært nýggjari italskari kanning.

At vaksa upp í einum heimi við ongum bókum kann ljóða løgið í 2016, men ein stórur partur av evropearum, sum nú eru um hálvt hundrað ár, vuksu upp í einum heimi, sum hevði minni enn eina hill av bókum, sum ikki vóru skúlabøkur. Og hetta kann setast í beinleiðis samband við, hvussu nógv tey hava fingið burtur úr skúlagongdini, og hvussu nógv tey tjena alt lívið á tamb.

– Vit kunnu ávísa, at avkastið av eini útbúgving er nógv minni hjá teimum, sum eru vaksin upp í heimum við ongum bókum, samanborið við tey hepnu, sum høvdu beinleiðis atgongd til bøkur, skriva granskararnir, sum hava gjørt kanningina.

Búskaparfrøðingarnir, sum eru partur av kanningini, hava kannað bakgrundina hjá 5820 monnum í Evropa, sum eru føddir millum 1920 og 1956. Ikki minni enn 40 prosent teirra siga, at teir høvdu færri enn 10 bøkur heima, tá ið teir vóru 10 ára gamlir.

Kanningin hevur hugt at umstøðum at vaksa upp, inntøku og skúlagongd; menninir, ið taka lut í kanningini, koma úr Svøríki, Danmark, Belgia, Fraklandi, Italia, Niðurlondum, Kekkia og Eysturríki. Orsøkin til, at tað bara eru menn, sum taka lut í kanningini, er, at hesi árini, kanningin tekur støði í, hava menn verið virknir á arbeiðsmarknaðinum øll árini. Teir, ið hava arbeitt í færri enn 5 ár í alt, og teir, sum eru sjálvstøðugir vinnurekandi, eru ikki við.

Kanningin avdúkar, at teir, sum høvdu góð skrivstovuarbeiði, í flestu førum høvdu bøkur heima, tá teir vuksu upp. Um somu tíð hevði helvtin av teimum, sum arbeiddu í tænastuvinnuni og framleiðsluvinnuni, ongar bøkur heima, tá teir vuksu upp.

Men eru bøkur einsamalla orsøkin til, at teir tjentu meiri, og eru bøkur tekin um, at tú kemur frá eini ríkari og orkuríkari familju? Kanst tú seta bøkur á hillina og so ganga út frá, alt gongur tær eftir vild?

Bøkur kunnu hava beinleiðis týdning, tí tær fáa børn at lesa, og lesing kann gera, at tú klárar teg betur í skúlanum. Men tað merkir ikki, at tú bara kanst eiga bøkur á hillunum og so ganga út frá, at tað gongur børnunum væl, skriva granskararnir.

Italsku granskararnir halda, at bøkurnar kunnu vera tekin um, hvussu familjan er væl fyri fíggjarliga og mentanarliga. Bøkurnar siga eisini nakað um, hvat fyri skúlagongd foreldrini hava, hvussu nógv tey lesa og so framvegis.

Kjell Gunnar Salvanes, professari í búskapi í Noregi, finnist at niðurstøðuni hjá italsku granskarunum.

– Tað er ikki tað, at eg havi bøkur heima, sum ger, at børn míni fara undir hægri lestur. Tað er konu mína og meg, børnini tosa við og ikki bøkurnar, sigur Salvanes.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni