Tíðindi
05.08.2016
Ein nýggj kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri Egmont Grunnin og danska Barnabata, vísir, at tíggjunda hvørt barn følir, at tað hevur skyldina av, at foreldrini ikki longur eru saman. Samstundis føla 32 prosent seg ørkymlað orsakað av, at foreldrini eru farin hvør til sítt. Kanningin byggir eitt nú á samrøður, sum eru komnar ígjøgnum til ráðgevingina hjá Barnabata í 2013 og 2014.
Sambært Bente Boserup, ið er ráðgevi í danska Barnabata, vísa tølini tað, sum barnasálarfrøðingar leingi hava vitað. Nevniliga, at børn venda spurningum inneftir, annaðhvørt tí tey ikki hava skilt tað, sum tey vaksnu hava sagt, ella tí at tey onga frágreiðing hava fingið.
- Fær barnið ikki eina góða frágreiðing frá foreldrunum, fyllir tað sjálvt holini út í síni egnu frágreiðing. Børnini taka mangan skyldina fyri skilnaðin millum foreldrini á seg, hóast tað ongantíð eru børnini, sum hava skyldina, tá foreldur fara hvør til sítt. Hetta skulu tey hava hjálp til at skilja. Tá ið foreldrini greiða frá, at tey skeldast nógv, sigur logiski sansurin hjá barninum, at foreldrini skeldast um barnið. Ergo hevur barnið skyldina, sigur hon.
Børn kunnu koma í stórar, etiskar tvístøður orsakað av viðurskiftum rundan um skilnaðin hjá foreldrunum, og tey royna mangan á ymsan hátt at siga tað við foreldrini, tí tey orka ikki at bera vitanina, tey hava, til dømis, um tey vita, at mamman ella pápin hava verið ótrúgv.
- Foreldur kunnu finna upp á at geva børnunum skyldina fyri, at alt gongur galið. Í grundini skulu foreldur greiða neyvt frá, hví tey velja at fara hvør til sítt og ikki bara eina ferð. Orsøkin til, at boðskapurin ikki røkkur børnunum, sum hann skuldi, kemst av, at foreldur í dag hava trupul kor, tá ið tey fara ígjøgnum ein skilnað.
Bente Boserup eggjar foreldrum, sum fara hvør til sítt, at fylgja vtt við atferðini hjá børnunum.
- Fært tú varhugan av, at børnini ganga á tá heima, eigur tú at taka tað upp við tey; tað er vandamikið, tá ið børn gerast ov skikkilig, tí tað er tekin um, at tey brúka ov nógva orku at tillaga seg til eina støðu, sum tey vaksnu hava skapt.
Í komandi Skúlablað, sum kemur í komandi viku, eru samrøður við lærarar og heilsufrøðing um samrøðubólkar, sum eru fyri børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt.
Savnsmynd: Rannvá Egholm.