Tíðindi

Børn, sum ikki hoyra, mugu læra eitt nýtt mál

Hervør Sabina á Torkilsheyggi er tulkur og teknmálsundirvísari

30.09.2021

Hervør greiðir frá, at tað kann vera ógvuliga ymiskt, hvussu støðan hjá næmingum, sum mugu fáa hjálp at nýta teknmál, er. Til dømis kann verða staðfest, at eitt barn, heilt frá tí, at tað er lítið, fer at hava fyri neyðini at læra teknmál. Støðan hjá tí barninum kann vera rættiliga nógv øðrvísi enn hjá einum barni, sum hevur niðursetta hoyrn, men sum kortini er so væl fyri, at tað ikki hevur fyri neyðini at nýta teknmál. Hvør hjálp, ið skal veitast, er nakað, sum serkøn fólk á økinum taka støðu til.

- Vit kunnu siga, at summi børn, sum als ikki hoyra, mugu læra eitt nýtt mál heilt frá grundini. Í tí sambandi er nógv tilfar, sum ein teknmálsundirvísari nýtir í arbeiði sínum. Hugsa vit um ein skúlanæming, so havi eg í fyrstani samskift við, at vit skriva saman, tí næmingurin hevur ein vissan skriviførleika. Vit nýta eisini myndir við symbolum og teknum á netinum í undirvísingini.

 - Fyri at nevna eitt ítøkiligt dømi um eina arbeiðsgongd, so kann eg nevna, at orsøkin til, at eg arbeiði í hesum skúlanum, vit eru stødd í, er, at leiðslan í skúlanum gjørdi vart við, at ein deyvur næmingur hevði tørv á at fáa hjálp. Sjálvandi er umráðandi hjá mær at vita, hvør støðan hjá næminginum er, men tað er ikki minni umráðandi, at hann kennir seg sæddan, virdan og fær samskift á annan hátt.

Hervør sigur, at eitt, ið nýtt verður, er “Cochlear Implant”. Rættiliga nógv børn, sum hoyrnin bilar hjá, fáa hetta hjálpitól, og tað hevur víst seg at vera til stórt gagn hjá summum í sambandi við at læra at tosa.

- Tað er ómetaliga góð hjálp hjá deyvum og teimum, ið illa hoyra, at filmar og sjónvarpssendingar verða tekstað. Hjá nøkrum deyvum kann vanlig lesing sjálvandi vera ein avbjóðing, tí føroyskt talumál ikki er teirra fyrsta mál. Tað kann vera ringt at fylgja við í undirteksti, og neyðugt kann vera at teknmálstulka, so at tey fáa so nógv við sum gjørligt. Viðhvørt tykist tað sum um, at ov lítið verður hugsað um teir bólkar, sum hava tørv á serligum hjálparamboðum, tá ymiskar almennar hendingar verða sjónvarpaðar. Tað átti at verið natúrligt í einum ríkum og framkomnum samfelagi, at eitt nú sjónvarpssendingar vórðu tekstaðar og teknmáls- og sjónveikatulkaðar. Hesi fólk eru føroyingar við somu rættindum sum aðrir samfelagsbólkar.

- Eg samstarvi við ein teknmálsundirvísara, sum eisini er knýttur at hesum skúlanum. Vit nýta ymiskar serstovur, sum skúlin hevur, men sjálvandi hevði tað verið ein ynskistøða at havt eina stovu burturav, ið var innrættað sum serhøli. Fyri bara at nevna eitt lítið dømi, so veit ein deyvur ikki, nær skúlaklokkan ringir. Har kundi ein lampa verið, ið boðaði frá fríkorteri. Tað hevði eisini komið væl við, um eitt skúlatilboð var, har tey, ið bera hetta brekið, kundu komið saman til sjónligt samskifti. Stutt sagt: Eitt stað, har børn kundu komið, ið ikki kunnu samskifta við talu, men mugu nýta teknmál. Vaksnir teknmálsbrúkarar, hoyrandi sum deyv, kundu verið knýtt at einum slíkum skúlatilboði. Lærarar kundu undirvíst í teknmáli, men eisini í øðrum almennum lærugreinum sum landafrøði, søgu, samfelagsfrøði o.ø. Slík skúlatilboð eru eitt nú í Danmark.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni