Tíðindi
15.03.2017
Nógv hevur verið kjakast um landsroyndir í fólkaskúlanum. Skulu hesar royndir vera talgildar, tá ið tað ferð eftir ferð eru tøkniligir trupulleikar? Hvat er endamálið við landsroyndini, og hvussu verður við royndini í vár? Guðrin Dalsgarð Bjørk er vertur. Hon hittir Regin Marnerson, sum er stjóri Námi og Próvstovuni. Hans Fróði Jensen, sum er telduvørður í skúlanum á Argjahamri, hann sigur sína hugsan. Hákun Haraldsson og Gunnar Reynslág ganga í 6. flokki í skúlanum á Argjahamri, og teir greiða frá, hvussu tað er at vera til landsroynd.
Hoyr skilagóðu børnini, og hvat boð tey hava upp á trupulleikarnar og avbjóðingarnar í barnaútvarpinum í morgun; hon verður endursend eftir tíðindini í kvøld klokkan 18.00 og er annars at hoyra her:
http://kvf.fo/vit/utvarp/2017/03/14/radarin-til-brn
Í sendingini kemur fram, at landsroyndirnar vera sum ætlað í vár, og at tær verða talgildar.
Savnsmynd.