Tíðindi

Børn orka ikki at lesa á netinum

Tá ið børn í Føroyum lesa søgur, vilja tey lesa í pappírsbók, ikki á einum skíggja.

16.02.2023

Tá ið børn lesa søgur og bøkur, tað vil siga samanhangandi tekst, sum krevur hugsavnan og dýping, so er tað heilt greitt framvegis pappírsbókin, sum børnini taka fram um.

“Eg lesi mest í bókum, tí mær dámar at halda í bókini.”

Børn skilja greitt ímillum pallarnar – pappírsbókina og netmiðlar. Tey eru á netmiðlum, tá ið tey vilja lesa tíðindi og kunna seg við eitthvørt evni, og tá skal teksturin vera stuttur ella skjótur at lesa. Tey kunnu finna uppá at leita eftir meiri vitan á netinum um eitt evni, ið tey lesa um í eini bók – tað vil siga gugla sær meiri vitan um okkurt ávíst.

"Tá eg lesi á telefonini, lesi eg nógv, men tað er ikki bøkur. Um okkurt, tíðindi og sovorðið.”

Fleiri siga, at teimum ikki dámar at lesa á telefon ella teldu, at ljósið frá telefonini ella telduni órógvar og møðir tey, og at tey hava ilt við at finna nakað, sum tey tíma at lesa, á netinum.

Børn í Føroyum eru annars sum børn kring heimin; tey brúka miðlarnar nógv. Tey hyggja nógv at filmum á Netflix, YouTube og øðrum. Sambært kvantitativu lesivanakanningini frá 2017-2018 siga fleiri enn 90 % seg hyggja upp til ein tíma ella longur hvønn dag. Tað, sum vit ofta hava kallað vanligu miðlarnar, standa veikt; nógv siga seg ongantíð hvørki hyggja í sjónvarp ella lesa bløð og bøkur.

Tá ið tað kemur til talgild tól og nýtsluna av teimum, so siga 42 % seg brúka telefon, teldil ella teldu meiri enn 4 tímar um dagin; um tey, sum brúka hesi tól meiri enn ein tíma, verða tald við, so er talið 73 %.

Vit kunnu sostatt staðfesta, at nógv brúka miðlarnar nógv, men stórt sæð bara til at reika á, ikki til samanhangandi lesing av tekstum, men bara smærri brot. Og miðlarnir og pallarnir, tey brúka, eru miðlar, vit kenna, instagram, TikTok, YouTube, Facebook og so framvegis.

Í kvalitativu lesivanakanningini frá 2020-2022 sigar næmingarnir:

“Eg lesi portalin, tí eg lesi tíðindi. Eg finni søgur fram á pinterest, geri screenshot og so lesi eg tað um kvøldið. Um eg lesi okkurt í eini bók, eina sjúku ella sovorðið, so google eg. Onkuntíð skilji eg ikki orðið í sprotanum.”

“Eg lesi eitt sindur á portalinum, eg eri ofta á YouTube, eg lesi eisini tekst har, undirtekst á donskum, um eg ikki skilji tað enska. Eg google ensk orð í staðin fyri sproti. Eg sproti eisini.”

“Eg lesi sum oftast portalin, eg havi ikki Facebook. Eg google onkuntíð okkurt, um eg vil vita meiri um okkurt. Onkuntíð sproti eg eisini. Ella spyrji mammu og babba.”

Kvantitativa lesivanakanningin er spurnablað, sum næmingar í 4., 6. og 9. flokki svaraðu í 2017-2018. Kvalitativa lesivanakanningin er samrøður við børn í 6. flokki kring alt landið í 19 flokkum í 12 skúlum í 2020-2022; 6. floks næmingar eru valdir burturúr, tí tann kvantitativa kanningin vísti, at tað er umleið tá, at hugurin at lesa minkar munandi, um somu tíð sum nýtslan av øðrum miðlum veksur.

Høvuðsúrslitið av kvalitativu lesivanakanningini er, at spennið er sera vítt ímillum flokkar og tær avbjóðingarnar, sum fáa næmingarnir í skúlunum. Næmingar siga seg lesa lítið í frítíðini og hava lítið samband við skaldskap. Í nógvum førum minnir eingin tey á at lesa. Tey hava ilt við at finna eina bók, ið teir tíma og megna at lesa; somuleiðs siga fleiri, at tey makta ikki at lesa eina heila bók. Flætta vit hetta saman við úrslitunum í kvantitativu kanningini frá 2017/18, so kunnu vit siga, at børn í dag – frá 4. flokki at rokna – lesa minni og minni, eldri tey verða – og at tey sum heild lesa lítið. Og hetta hendir, hóast tað ongantíð áður hevur verið so stórt fokus á týdningin at lesa, bæði í skúla og heima.

Tað eru Sissal M. Rasmussen, ph.d. og adjunktur á Føroyamálsdeildini, Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari, skúlabókavørður og BA og MA í føroyskum máli og bókmentum, og Turið Kjølbro, cand.phil í bókmentum og máli og ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava tikið stig til og gjørt kvalitativu lesivanakanningina. Frágreiðingin kann verða lisin á heimasíðuni hjá Málmenning:

https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2022/11/lesivanakanning2022.pdf

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni