Tíðindi
06.10.2022
Enn er tað so, at 9 av 10 í aldursbólkinum frá 9 til 18 ár eru á sosialum miðlum av onkrum slag. Men norska kanningin hjá Medietilsynet, Barn og medier 2022, vísir, at tey, sum er yngri enn 12 ár, nýta sosialu miðlarnar minni.
Av teimum norsku 9–11 ára gomlu eru 24 prosent á Snapchat, mótvegis 44 prosentum í 2020. 7 prosent eru á Instagram, mótvegis 18 prosentum í 2020, og 40 prosent eru á Tiktok, mótvegis 54 prosentum í 2020.
Stjórin í Medietilsynet, Mari Velsand, metir, at okkurt bendir á, at foreldur halda aftur, tá tað snýr seg, hvussu tíðliga børn sleppa at nýta sosialar miðlar.
Hon metir, at her spælir m.a. inn økt uppmerksemi viðvíkjandi persónverndar avbjóðingum, og at teir ymsu veitararnir hava innihald, ið ikki er hóskandi til børn.
Kanningar av slíkum slag hava verið gjørdar í Noregi síðani 2006, fyri at fáa eina hylling á talgildu miðlanýtsluni hjá teim 9-18 ára gomlu.
Í ár luttóku eini 3200 ung úr øllum Noregi í aldrinum frá 9–18 ár í kanningini. Umframt hava eini 2200 foreldur, ið hava børn í aldrinum 1 – 17 ár, tikið lut. Tað er Kantar Public, ið hevur viðgjørt tølini.
Samanumtikið vísa norsku tølini, at frá børnini eru 13 ár, nýta næstan øll sosialar miðlar. YouTube, Snapchat og Tiktok eru mest nýtt millum tey 9-18 ára gomlu.
Tekstur: Dagfinn Olsen