Tíðindi
03.10.2016
Børn hjálpa børnum er ein brævkassi, har børn skriva inn við spurningum, og børn svara spurningunum. Spurningarnir, sum koma inn, verða fyrst lisnir av ráðgevum; eru viðurskifti í spurningunum, sum eiga at verða anonymiserað, so verður tað gjørt, so eingin kennir tann aftur, sum skrivar inn; síðan verður spurningurin lagdur út á heimasíðuna, og so kunnu børn svara. Svarini verða øll lisin ígjøgnum av vaksnum og góðkend, soleiðis at alt fer fram í einum virðiligum og siðiligum tóna.
- Hetta er ein sera góð tænasta og eisini virðismikil lærdómur hjá okkum vaksnu, ikki minst hjá serfrøðingunum, ið manna Tú og eg-ráðgevingina. Vit síggja fyri okkum, at hetta verður ein brævkassi, ið serliga talar til teirra millum 12 og 17 ár, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.
Tað verða ráðgevarnir í Tú og eg-ráðgevingini, ið fara at sálda í spurningunum, ið koma inn, og somuleiðis svarunum; av tí sama er eingin vandi fyri, at brævkassin kann verða misbrúktur.
Barnabati arbeiðir saman við Børns Vilkår í sambandi við Børn hjálpa børnum.
- Fígging skal til fyri at seta hetta í verk, og tí arbeiða vit við at fáa upp á pláss, sigur Djóni Eidesgaard.
Mynd: Ólavur Frederiksen