Tíðindi
28.10.2016
Stóð tað til Justin Markussen-Brown, málgranskara og ph.d., vóru nógv fleiri bøkur á dagstovnunum enn talan er um.
- Barnabókin er eitt ógvuliga undirmett námsfrøðiligt amboð. Og tað er galdandi frá tí barnið er heilt lítið. Vit vita, at barnið lærir mál og hugtøk, tá tú lesur eina einfalda myndabók saman við tí. Børn, sum eru 11 til 12 mánaðir og eru von at hoyra søgur, skilja, tá tann vaksni peikar á myndir í bókini og sigur orðini. Tá barnið er trý til fýra ár, skilir tað, at bókstavirnir eru eitt slag av kodu, sum tey vaksnu kunnu bróta, sigur Justin Markussen-Brown, ið leggur afturat, at tú kanst máta málsligu menningina hjá børnum, um tey hava lisið bøkur saman við vaksnum.
Børn, sum hoyra søgur lisnar upp, hava heilt greitt málsligan fyrimun, og tey hava tað nógv lættari við at læra at lesa og skriva, tá ið tey byrja í skúlanum.
Teldlar eru discount
Tað kann vera freistandi bara at fara eftir eini barnabók á einum teldli, men tað er ein discountloysn.
- Nýggjasta granskingin vísir, at tað, sum fer fram millum barnið og tann vaksna, meðan tey sita við einum teldli, er munandi minni sínámillum ávirkan, enn tá ið talan er um eina bók. Barnið verður fangað av skíggjanum, og tað letur til, at samrøðan um tekst og myndir verður meiri yvirskipað. Tá tú lesur fyri teimum smæstu børnunum, hevur samspælið millum bókina og tann vaksna stóra ávirkan, sigur Justin Markussen-Brown, sum leggur afturat, at American Association of Pediatrics, tað vísindaliga felagið fyri barnalæknar, mælir frá, at tú letur børn undir tvey ár hava atgongd til talgildar miðlar so sum teldlar.
- Lítla barnið hevur tørv á at fáa at vita, hvussu heimurin hongur saman í samspæli við ein vaksnan, sigur hann.
Meiri enn bara mál
Bókin kann meiri enn bara læra mál og orð. Frásøgnin gevur barninum tað, sum verður nevnt narrativar førleikar. Tað merkir einfalt, at barnið lærir, at tað er ein byrjan og ein endi á øllum frásøgnum, og at frásagnir eru bygdar upp fyri at kunna skiljast. Tað er ein umráðandi førleiki at hava, tá tú skalt formidla víðari til onnur.
- Gerandisdagurin gevur barninum gerandismálið, sum snýr seg um tað, sum gongur fyri seg her og nú. Men frásøgnin lærir barnið at skilja ymiskt, sum ikki eru til staðar í rúminum. Tað vil siga, at barnið lærir abstraktan hugsanarhátt. Barnið lærir í samrøðuni um bókina eisini, at tað er munur á fiktión og veruleika.
- Tað er ógvuliga mennandi fyri heilan. Vit vita frá gransking, at børn, sum bara hoyra gerandismál og aldri hoyra tey abstraktu løgini í málinum, fáa nógv verri førleikar at hugsa abstrakt, eisini seinni í barndóminum, sigur Justin Markussen-Brown.
Bókin skal inn á stovnin
Justin Markussen-Brown veit, at námsfrøðingar arbeiða undir trýsti. Men stóð tað til hansara, var tað fastur táttur í gerandisdegnum á øllum stovnum at lesa fyri børnum.
- Bøkur á dagstovninum eru ein væl skjalprógvaður máti at skapa javna millum børn. Tey børn, sum hoyra søgur heima og sum hava bøkur til taks, hava stóran fyrimun samanborið við børn, sum koma úr heimum við ongum bókum, og har tað ikki er siðvenja at lesa fyri teimum. Námsfrøðingar kunnu við at skapa eitt bókmentaliga ríkt umhvørvi kompensera fyri tí, sum børn, sum eru sosialt illa fyri, ikki hava, sigur Justin Markussen-Brown, sum undirstrikar, at tað er ikki nóg mikið at hava bøkur á hillunum, og sum bara vaksin hava atgongd til.
Amerikonsk gransking vísir, at børn, sum hava atgongd til bøkur, taka bøkurnar við í fría spælið. Tey taka bøkurnar fram, blaða í teimum, gera sínar egnu frásagnir og evna spøl út frá teimum. Tað er ógvuliga umráðandi, at bøkurnar eru til taks soleiðis, at børnini fáa hendur á teimum. So er tað harvið, at ein hill brotnar av og á.
Tak foreldrini við
Í heimlandinum hjá Justin Markussen-Brown, Kanada, hava dagstovnar útlánshillar, og foreldrini verða eggjað til at læna bøkur við heim, sum tey kunnu lesa fyri børnunum.
- Eg hevði viljað, at hetta var í Danmark eisini, serliga í bústaðarøkjum, har tað eru børn, sum eru sosialt illa fyri, og nógv foreldur við øðrum etniskum uppruna. Tú kanst hava bøkur á nógvum málum. Tað er tað at lesa hart fyri børnum og at síggja skriftmálið, sum hevur týdning. Tí hevði tað avgjørt verið ein vinningur, um tað eru bøkur á ymsum málum og ein áheitan til foreldrini at lesa fyri børnunum, sigur Justin Markussen-Brown.
Góð ráð
* Lesið fyri børnum og tosið við børnini um tað, tit lesa, og lat lesingina vera námsfrøðiligt ítriv, sum verður sett á dagsskránna á jøvnum føti við alt annað
* Syrgið fyri at bøkur eru til taks í barnahædd
* Farið javnan á bókasavnið við børnunum
* Sigið foreldrunum frá, hvussu umráðandi tað er at lesa hart fyri børnum
Kelda: lfs.dk