Tíðindi

Børn gerast minni kreativ, tá tey brúka teldil

Svenskir og bretskir granskarar gera manngarð um spæl uttan skíggjar.

30.12.2022

Nógv verða kjakast um skíggjanýtsluna hjá børnum og ungum. Hvussu leingi kann eitt tvey ára gamalt ella eitt fimm ára gamal barn sita við teldlinum?

Granskarar á Uppsala universiteti og University College London hava kannað, hvat hendir, tá børn í barnagarðsaldri sita við teldli.

Tað, sum granskararnir hava funnið út av, er lagt fram í grein í vísindaliga tíðarritinum Learning, Media and Technology.

Uppsala universitet hevur eisini skrivað um tað, sum granskararnir eru komnir við, í einum tíðindaskrivi.

Skíggi ella spæl sum fyrr

30 børn úr tveimum ymsum barnagørðum tóku lut í kanningini. Tað var ein bólkur við tvey ára gomlum og ein bólkum við fýra og fimm ára gomlum.

Granskararnir kannaðu fría spælið hjá børnum í barnagarði. Teir hugdu at, hvussu børn spældu, tá ið teldlar vóru frammi samanborið við, hvussu tey spældu, tá eingir teldlar vóru, t.d. við leikutoy, klossar ella at lata seg í ymiskt. Tá ið talan var um nýtsluna av teldlunum, so vóru granskararnir upptiknir av, hvat børnini gjørdu á skíggjanum, og hvussu tey samskiftu sínámillum.

Meiri kannandi, minni hugflog

Tað kundi sæð út sum børnini livdu seg minni inn í spælið, tá ið tey vóru á skíggjanum. Tá ið tey spældu við leikutoy ella klæði, brúktu tey hugflogið og fóru í størri mun inn í ymsar leiklutir, soleiðis sum børn gera, tá ið tey spæla. Samstundis vóru børnini meiri kannandi, tá ið tey vóru á teldlinum. Granskararnir skriva í frágreiðingini til kanningina, at samstundis sum skíggjanýtsla verður meiri natúrligur partur av lívinum hjá nógvum børnum í dag, so vita serfrøðingarnir lítið um, hvat tað hevur at týða fyri tey.

Umráðandi menning í aldrinum 4 til 6 ár

Tað eru tó rættiliga nógv granskað á økinum seinastu árini. Ein kanning var almannakunngjørd í 2019, og í henni kunnu vit lesa, at granskarar siga, at stór skíggjanýtsla kann tarna menningini hjá børnum. Teir fylgdu børnum frá tí tey vóru fýra ár til tey vóru seks-átta ár.

Věra Skalická var ein av granskarunum, sum hevur gjørt kanningina, og hon hevur greitt frá úrslitunum í eini grein. Eitt av tí, hon fann fram til, var, at fýra ára gomul, sum brúktu skíggja nógv, skiltu kenslur hjá øðrum verri enn, tá ið tey vóru seks ár.

Tann týdningarmikla kenslumenningin hjá børnum fer fram, tá ið tey eru millum fýra og seks ár. Børn eiga at vera virkin regluliga og nóg nógv, og tey eiga ikki at sita still framman fyri ein skíggja leingi, sigur norska heilsustýrið. Tað verður mælt frá, at árs gomul sita við skíggja, og tað verður mælt til, at nýtslan hjá teimum millum tvey og fimm er avmarkað til ein tíma um dagin.

Í Føroyum hevur Fólkaheilsuráðið gjørt nakrar tilráðingar, sum vit kunnu lesa her:

https://www.folkaheilsa.fo

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni