Tíðindi

Børn eiga frá fyrsta flokki at læra at skriva við hond

Tú lærir nógv betur við at skriva við hond enn á eitt knappaborð. Tá ið talan er um menningina av heilanum hjá børnum hevur tað týdning at brúka fínmotorikkin.

15.11.2024

Vit læra nógv betur, um vit læra at skriva notur upp á gamla máta við hond. Nú vita granskararnir meiri um, hví tað er soleiðis.

– Tá ið vit máta heilavirksemið hjá fólki, sum skriva við hond, síggja vit, at fleiri koplingar ella sambond verða gjørd, samanborið við hjá teimum, sum skriva á knappaborð, sigur  Audrey van der Meer, heilagranskari.

Hon er professari í nevropsykologi við NTNU. Sjálvt tað at forma bókstavirnar við hond sær út til at gera fleiri heilakyknur virknar. Tá situr tilfarið, sum tú skalt læra, betur.

– Fyrr í ár settu 20 stakríki í USA tað aftur sum krav, at næmingar skulu læra at skriva við hond, sigur Van der Meer.

Hetta er orsakað av gransking á økinum. Fleiri arbeiða við evninum.

Meiri nervavirksemi

Granskarar hava áður hugt at mununum í heilavirkseminum, tá ið fólk skriva við hond, á knappaborð ella tá tey tekna. Men nú eru tey farin djypri inn í, hvørjar partar í heilanum, vit virkja og hvussu. Úrslitini eru almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Psychology.

– Tá ið fólk skriva við hond, síggja vit týðiliga meiri heilavirksemi í pørtum av heilanum, sum hava við minni og tulking av nýggjum upplýsingum at gera. Slíkt virksemi er týðandi, tá ið vit skulu læra okkurt, sigur Van der Meer, professari.

Granskararnir kannaðu lesandi, sum skriva á knappaborð, bæði við digitalum penni og við digitalum knappaborði. Mett verður, at tað er tað sama um at brúka vanligan penn ella blýant. Tað, sum hevur týdning, er at forma bókstavirnar.

– Tá ið vit skriva við hond, brúka vit fleiri sansir enn vit gera, tá vit brúka knappaborð. Á knappaborðinum endurtaka vit somu, einføldu fingrarørslurnar, sama hvørji tekn vit skriva, sigur Ruud van der Weel, professari og starvsfelagi Van der Meer.

Nógvar tímar hvønn dag á netinum

Vit vita ikki neyvt, hvussu nógva tíð børn brúka við at sita við skíggjum. Ein kanning av 19 londum í 2020 vísti, at norsk børn í aldrinum 9 til 16 ár vóru ovast, tá ið talan er um at brúka tíð á netinum – ikki minni enn fýra tímar hvønn dag. Tannáringarnir í Noregi eru uppaftur longru – einar seks tímar hvønn dag. Lesivanakanningin, sum var gjørd í Føroyum í 2018, vísir, at børn og ung í Føroyum eisini eru nógvar tímar á netinum hvønn dag.

Heilsustýrið í Noregi mælir frá, at børn undir tvey ár eru á skíggjum. Børn millum 2 og 5 ár eiga ikki at vera longri enn ein tíma hvønn dag. Heilamenningin fer fyri stóran part fram ógvuliga tíðliga, og tí mugu foreldur vera varug við vandarnar.

– Neyvt stýrdar rørslur eru millum týdningarmestu uppgávurnar hjá heilanum. Vit kunnu skunda undir heilamenningina hjá nýføðingum við at geva teimum eyka sansamotoriska stimulering við eitt nú pinkubarnasvimjing, mýking ella at leggja børnini á búkin eina løtu. Tey minstu læra óivað okkurt við at sita við ein skíggja, men lítil børn hava als ikki ráð at brúka virðismikla tíð við ein skíggja, tí tey skulu læra so nógv tey fyrstu tvey-trý árini. Tey minstu við sínum lítlu kroppum og plastisku heilum mugu uppliva ta ektaðu verðina, sigur hon.

Bókstavirnir b og d truplir

– Børn, sum læra at skriva á knappaborð fyrst, hava oftari trupulleikar við at skilja millum bókstavir sum eru speglvend, so sum «b» og «d». Tey hava ikki følt á kroppinum, hvussu tað kennist at gera hesar bókstavnirnar, sigur Ruud Van der Weel, professari.

Granskararnir hava nøkur greið ráð.

– Børn í forskúlaaldri mugu gera ymiskt, sum krevur fínmotorikk. Tað kann vera skriving, tekning, at leggja litir, perla ella leggja putlispæl. Nógv børn duga nóg illa at halda í einum penni ella blýanti, og tí mugu tey halda fram við hesum, tá ið tey byrja í skúla, sigur Van der Weel.

Fyrst við hond

– Børn eiga frá fyrsta flokki fyrst at læra at skriva við hond soleiðis at tey evna nervaligu netverkini, sum skapa tað besta grundarlagið fyri læring, sigur Van der Meer.

Hetta hevur týdning fyri handskrivingina, men eisini fyri at meistra nýggja tøkni seinni. Ymisk hjálpartól rigga til ymiskar støður.

– Nógv gransking vísir, at næmingar læra best nýtt við at skriva niður upplýsingarnar við hond, men eisini at tað kann vera praktiskari at skriva longri tekstir á teldu, sigur Van der Meer.

Granskarar halda, at vit mugu gera leiðreglur, sum tryggja, at børn í minsta lagi fáa venjjing at skriva við hond.

Kelda: forskning.no

mynd: iStock

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni