Tíðindi

Børnum dámar sera væl at hoyra læraran lesa søgu

Tað er sera ymiskt frá lærara til lærara, og sostatt eisini frá flokki til flokk, hvussu stórur dentur verður lagdur á tað at fortelja og lesa upp.

22.12.2022

At fortelja ella lesa søgur ella framhaldssøgur í floksstovuni hevur altíð verið gjørt og verður tað enn. Ella verður tað? Kvalitativa lesivanakanningin, sum er gjørd við sætta floksnæmingum, vísir, at tað er sera ymiskt frá lærara til lærara, og sostatt eisini frá flokki til flokk, hvussu stórur dentur verður lagdur á tað at fortelja og lesa upp. Í samrøðunum, sum liggja til grund fyri kanningina, siga næmingar, at lærarin onkuntíð lesur søgu ella framhaldssøgu upp fyri teimum. Aðrir næmingar siga, at teirra lærari lesur bók eftir bók upp fyri teimum, og at tey elska tað. Tað eru eisini tey, sum siga, at lærarin ongantíð lesur ella fortelur søgu, men teimum hevði dámað tað serstakliga væl, um hann las oftari upp fyri teimum. Næmingarnir eru samdir um, at tey elska at hoyra lærarar fortelja og lesa upp, tí teir duga so væl.

Næmingar siga:

“Teir duga so væl at úttrykkja seg við brøgdum og røddini; tað ger tað so livandi.”

“Lærarin hevur lisið fleiri bøkur upp fyri okkum; mær dámar væl at lurta.”

“Nei, lærarar lesa ikki upp fyri okkum ... men fyrr gjørdu teir. Vit elskaðu tað!”

“Lærarin lesur bara onkuntíð ... ikki vanligt longur.”

Sum útsagnirnar benda á, er sera ymiskt, hvat verður fortalt ella lisið upp í skúlastovunum. Tað veldst helst um, hvør lærarin er, hvønn hugburð hann hevur til frásøgn og upplestur. Næmingarnir eru tó á einum máli um, at tað hevur stóran týdning fyri tey at lurta eftir læraranum, tá hann fortelur ella lesur upp. Tey elska tað, siga fleiri teirra.

Eisini kemur til sjóndar, at eitt skifti fer fram áðrenn 6. flokk, tí fleiri næmingar nevna, at lærarin fyrr las og fortaldi fyri teimum. Tað vil siga, at í yngru flokkunum var javnan fortalt og lisið upp fyri teimum.

Tað er órógvandi og álvarsamt, at lítið av skaldskapi verður lisið upp ella fortalt fyri skúlabørnum, har tey kunnu liva seg inn í hendingar og menna ímyndanarevnini. Allir næmingarnir siga, at tey høvdu ynskt sær, at meiri varð lisið og fortalt fyri teimum, tí lærarar duga so væl at siga frá.

Vaksin og børn lesa við ymsum endamálum, men í høvuðsheitinum tykjast granskarar at vera samdir um, at tað eru serliga tveir tørvir, sum stýra okkara lesihugi, og teir eru 1) ynski at tilogna okkum vitan um heimin, sum vit liva í; og 2) ynski at fáa innlit í tað at vera menniskja her á fold.

Meðan faktabøkur og skúlabøkur geva okkum innlit og vitan um tann ytra heimin, gevur skaldskapur okkum innlit í okkara innara heim.

Ígjøgnum skaldskap kunnu vit lesa um, hvussu onnur liva og uppliva, og hvussu tey hugsa og føla. Hetta ber ikki til í veruliga gerandisdegnum, tí vit sleppa ikki inn í høvdið og tankarnar á øðrum.

Kvalitativa lesivanakanningin er samrøður við børn í sætta flokki kring alt landið í 19 flokkum í 12 skúlum; sætta floks næmingar eru valdir burturúr, tí tann kvantitativa kanningin vísti, at tað er umleið tá, at hugurin at lesa minkar munandi, um somu tíð sum nýtslan av øðrum miðlum veksur. Í kvantitativu kanningini vóru tað allir næmingarnir í 4., 6. og 9. flokki í skúlunum kring alt landið, sum svaraðu spurnablaði.

Høvuðsúrslitið av kvalitativu lesivanakanningini er, at spennið er sera vítt ímillum flokkar og tær avbjóðingarnar, sum fáa næmingarnir í skúlunum. Næmingar siga seg lesa lítið í frítíðini og hava lítið samband við skaldskap. Í nógvum førum minnir eingin tey á at lesa. Tey hava ilt við at finna eina bók, ið teir tíma og megna at lesa; somuleiðs siga fleiri, at tey makta ikki at lesa eina heila bók. Flætta vit hetta saman við úrslitunum í kvantitativu kanningini frá 2017/18, so kunnu vit siga, at børn í dag – frá 4. flokki at rokna – lesa minni og minni, eldri tey verða – og at tey sum heild lesa lítið. Og hetta hendir, hóast tað ongantíð áður hevur verið so stórt fokus á týdningin at lesa, bæði í skúla og heima.

Tað eru Sissal M. Rasmussen, ph.d. og adjunktur á Føroyamálsdeildini, Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari, skúlabókavørður og BA og MA í føroyskum máli og bókmentum, og Turið Kjølbro, cand.phil í bókmentum og máli og ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava tikið stig til og gjørt kvalitativu lesivanakanningina. Frágreiðingin kann verða lisin á heimasíðuni hjá Málmenning:

https://www.malmenning.fo/wp-content/uploads/2022/11/lesivanakanning2022.pdf

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni