Tíðindi

Børn brúka meiri tíð á skíggjum barnaárini enn tey ganga í skúla

Viðmerking til sendingina Breddin, ið var send 14.04.2023 eftir Gitte Klein, lærara og sálarfrøðing

19.04.2023

Í sendingini verður evnið fartelefonpolitikkur í skúlum viðgjørt. Í upptøkuhølunum vóru Jacob Eli Olsen, formaður í Lærarafelagnum, og Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi á Námi.

Í sendingini er greitt, at Jacob Eli Olsen vil hava reglur á økinum – ikki forboð, meðan Tóra tykist umboða hugburðin, at tøknin er komin fyri at vera, og skúlin skal búgva næmingarnar til eina talgilda framtíð, og hon vísir eisini á rættindini hjá børnum og ungum at verða hoyrd. Hon umboðar sostatt ein sera frílyntan hugburð til snildfon í skúla, sum eisini er í samsvari við talgildu strategiina hjá Námi. Eg loyvi mær at koma við nøkrum viðmerkingum, eftirsum eg sjálv verði nevnd í sendingini.

Miðlafólkið í Breddanum vísir til kapittulin Snildfon í skúla er ikki snild úr bók míni, Talgilda framtíðin – hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt. Bókin byggir á gransking um, hvussu talgildir miðlar í skúlanum ávirka læruúrtøkuna hjá næmingum. Miðlafólkið spyr Tóru, hvat hon heldur um mína gransking, sum vísir, at snildfonir ikki hoyra heima í skúlum.

Breddin vísir helst til eina kanning, har mann kannaði 90 skúlar í London, ið allir fingu snildfonforboð. Talan var um 130.000 næmingar. Mann kannaði próvmiðaltølini, áðrenn forboðið var sett í verk, og tí kendi mann støðið á næmingunum og kundi brúka tað sum útgangsstøði seinni. Kanningin vísti, at longu árið eftir, at skúlin setti forboð, vóru próvmiðaltølini munandi betri samanborið við, áðrenn forboðið var sett í verk. Longri tíð bannið virkaði, betri gjørdust próvmiðaltølini. Serliga áhugavert var tað, at veiku næmingarnir gjørdust munandi betur fyri fakliga, tá ið snildfonin var bannað í skúlunum. Eingin kláraði seg betur av sildfon, men veikaru næmingarnir vórðu enn verri fyri.

Eg geri vart við, at eg ikki havi gjørt hesa granskingina sjálv, men at tær granskingarnar, sum sipað verður til í bókini, eru altjóða granskingar, sum hava staðið í sera viðurkendum granskingartíðarritum.

Snildfon, sálaróheilsa og mistrivnaður

Tóra afturvísir tó granskingini, sum eg vísi á, og sigur seg hava ráðført seg við KT-fólk á Námi, ið siga seg kenna til eina kanning av 600 skúlum, ið hava loyvt snildfonum, uttan at tað hevur ávirkað læruúrtøkuna. Hóast eg bað Tóru bæði á Facebook og í arbeiðsmaili um at senda mær hesa kanningina fríggjadagin, havi eg enn ikki fingið hana í dag, vit skriva mikudag, og sostatt fái eg ikki fyrihildið meg til kanningina. Men hvussu er og ikki tykist tað mær ógvuliga ósannlíkt, at snildfonin ikki ávirkar læruúrtøkuna. Er tað nakað, vit vita, er tað, at læring og trivnaður hanga neyvt saman, og tað finst eftirhondini ein ørgrynna av stórum og góðum kanningum, sum staðfesta, hvussu ómetaliga ringa ávirkan snildfonin (sum er miðilin, ið flest seta í samband við sosialar miðlar), hevur á sálarheilsuna hjá okkara børnum og ungum. Snildfonin, og við henni atgongdin til sosialar miðlar, er tann størsti einkultstandandi faktorurin, sum fullkomiliga hevur kollvelt barna- og ungdómsárini, og tí er tað burturvið at tosa um manglandi trivnað og ikki nevna snildfonina sum eina orsøk til manglandi trivnaðin.

Herfyri kom fram, at Meta (ið bæði eigur Facebook, Instagram og fleiri aðrar kendar pallar), fyri nøkrum árum síðani kannaði, hvørja ávirkan teirra sosialu miðlar høvdu á sálarheilsuna hjá børnum og ungum. Úrslitið var, at teirra miðlar, serliga kanska Instagram, høvdu sera ringa ávirkan á sálarheilsuna, og serliga gentur vóru í vanda.

Orsøkirnar til at sosialir miðlar hava so ringa ávirkan á trivnað og sálarheilsu eru fleiri, m.a. kemur snildfonin fyri andlit til andlitssamskifti, ið er so ómetaliga týdningarmikið fyri trivnaðin – ikki minst hjá børnum og ungum. Børn og ung stúra fyri at missa tað, sum fer fram á sosialum miðlum (Fear of Missing out), tey sova minni, og tey samanbera seg alla tíðina við manipuleraðar glansbílætafyrimyndir, eins og happing og onnur óheppin atferð fer fram. Tøknifyritøkurnar forvinna pening, tá ið vit brúka teirra pallar. Endamál teirra er tí at fáa okkum at vera so nógv á miðlunum, sum gjørligt, og her fáa teir góða hjálp frá atferðarsálarfrøðingum. Onki fangar okkara uppmerksemi meiri enn negativ tíðindi, og algoritmurnar í sosialu miðlunum eru soleiðis innstillaðar, at tær vísa okkum innihald, sum ávirkar okkara kenslur negativt. Visti tú til dømis, at tað bert tekur millum 2,6 og 8 minuttir, í miðal, hjá einum 13 ára gomlum at síggja sjónbond um sjálvmorð, sjálvskaða og etingarólag á TikTok?

Kanningin hjá Meta var duld sum mansmorð, til eitt av starvsfólkunum, í loyndum, gav fjølmiðlunum skjølini. Sostatt vísa eisini internar kanningar hjá tøknifyritøkunum sjálvum, at sosialir miðlar eru ringir fyri sálarheilsu og trivnað, umframt allar hinar kanningarnar, ið koma til sama úrslit. Mín spurningur er tí, hvussu vit kunnu forsvara, at børn sleppa á sosialar miðlar í skúlatíð – sosialar miðlar, ið heilt greitt gera, at tey koma at trívast verri? At mann frá myndugleikans síðu velur einki at gera, til tess at verja børn og ung, er sum við læknunum á sinni, sum í lýsingarherferðum eggjaðu fólki at roykja, tí tað var so gott fyri tey. Sí lýsingarfilmin her: https://www.youtube.com/watch?v=hxUZI0vE0FM

Rættindini hjá børnum at verða hoyrd og rættindini at verða vard

Í sendingini verður víst á, at børn skulu hoyrast í málinum um, hvørt vit skulu loyva snildfonum í skúlum ella ikki. Sjálvandi hava børn rætt til at verða hoyrd, men tey hava sanniliga eisini rætt til at hava vaksin kring seg, ið tora at taka ópopulerar avgerðir, ið tæna børnunum best í longdini. Tøknifyritøkurnar hava eittans endamál at binda okkum til skíggjan. Visti tú til dømis, at børn í Kina, sum brúka TikTok (kinesiska heitið Douyin) síggja dupult so long sjónbond sum børn í vesturheiminum? Orsøkin er tann, at styttri sjónbondini eru, verri verður uppmerksemið, og kinverjar halda tað vera frálíkt, tí so eru kinesisk børn og ung betur fyri í talgildu framtíðini enn børn í vesturheiminum, og tað kann geva Kina vald. Um tað eru kinverjar, ið ynskja vald á Vesturheiminum ella tøknifyritøkur úr USA, ið bara vilja hava meiri pening á kistubotnin, er, sum so, líkamikið. Loysnin er tann sama. Syrg fyri at brúkarin verður býttur, so er hann lættari at manipulera.

Blómurnar í Føroyum ella TikTok

Sjálvandi er snildfonin eitt hent tól, men algoritmurnar á henni elva til, at tað ikki eru tær “skilagóðu” funkurnar, vit brúka mest. Heldur tú teg brúka ov nógva tíð á snildfonini? Um tú svarar ja, er næsti spurningurin: Heldur tú, at tú brúkar ov nógva tíð á orðabókini, klokkuni, lummaroknaranum, Samleikanum osfr? Nei, vell? Um tú ert sum flest onnur, brúkar tú mestu tíðina á sosialu miðlunum og stroymingartænastunum. Børn og ung eru júst eins og tú, men tey hava ikki eins gott egintamarhald, og tí hava tey munandi truplari við at lata vera við at handla impulsivt upp á notifikationir og stuttleikan á telefonini. Og letur tú næmingin hava fría atgongd til snildfonina í tímanum, so ert tú rættiliga bláoygdur, um tú heldur, at næmingurin heldur vil hoyra um Blómurnar í Føroyum, tá ið nýggjasti parturin av sendirøðini ella vinfólkini lokka á snildfonini. Loyvir tú nýtslu í fríkorterinum, kunnu vit av røttum spyrja, nær børn og ung skulu venja sosialar førleikar við at vera saman saman og ikki sundur-saman? Var talan um eitt neutralt tól, høvdu vit kunnað “lært okkum at brúkt snildfonina við skili”. Tíverri er talan ikki um eitt neutralt tól, men eitt tól, sum er sniðgivið til at binda okkum. Yngri mann er, tá mann fer at brúka snildfon, størri eru sannlíkindini fyri, at mann verður bundin at henni, júst sum við rúsdrekka og rúsevnum. Hvussu lærir mann fólk at fyrihalda seg kritiskt til nakað, tey eru bundin at?

Rúsdrekka og sigarettir eru komið fyri at vera. Hugsa tær, um vit søgdu, at vit skulu njóta rúsdrekka ella roykja í skúlanum, soleiðis at vit læra at hava ein skilagóðan hugburð til tað seinni. Hetta gera vit tíbetur ikki, tí vit kenna avleiðingarnar av tí og hava gjørt reglur og sett aldursmark, ið skulu fyribyrgja ógagnligari nýtslu. Eldri vit eru, skilabetri avgerðir taka vit – eisini tá ið talan er um nýtslu av sosialum miðlum.

Børn brúka meiri tíð á skíggjum barnaárini enn tey ganga í skúla

Sjálvandi skulu vit búgva børnini til eina talgilda framtíð, men talgildisbúgving er annað enn frí atgongd til talgildar miðlar í skúlanum. Vit koma nærri talgildisbúgving við at avmarka skíggjanýtsluna í skúlunum. Í Pisa-kanningini frá 2015 kom fram, at teir næmingar, sum bert brúktu talgild tól ein til tveir tímar um vikuna, kláraðu seg best fakliga– á øllum økjum samanborið við teir næmingar, sum ofta brúktu talgildar miðlar í skúlanum.

Í talgildu framtíðini fer okkum ikki at mangla fólk, sum ikki duga at brúka talgildar miðlar. Í talgildu framtíðini fer okkum at mangla fólk, ið hava sosialar førleikar og empati, tí sosiali førleikin er tann truplasti førleikin, vit kunnu læra, og tá ið vit sita nógvar tímar framman fyri skíggja í einsemi, venja vit ikki sosialar førleikar og heldur ikki empati. Empati kann fyribyrgja, at vit senda nakinmyndir og happa á netinum. Børn brúka, í dag, meiri tíð framman fyri skíggja barnaárini, enn tey ganga í skúla. Okkum fer eisini at mangla fólk, ið ikki lata seg stýra av impulsum, fólk, sum hava eitt gott uppmerksemi. Hesi bæði, impulsstýring og uppmerksemi, eru nevniliga fortreytin fyri at læra og soleiðis at hugsa kritiskt. Tí eigur ein talgildisbúgving hjá fólkaskúlanum í nógv størri mun at leggja dent á sosialar førleikar, impulsstýring og uppmerksemi, tí bert við hesum førleikunum kunnu vit hugsa kritiskt, empatiskt og búgvið um talgildu framtíðina.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni