Tíðindi

Bøkur til viku sex

Bókadeildin hevur góð bókauppskot til unga tannáringin í hesi temaviku!

10.02.2022

Í hesi bókarúgvu finnur tú kunnandi (føroyskar) bøkur, ið varpa ljós á tey mongu ivamál, sum ungi tannáringurin kann hava.

Les meira niðanfyri!

 

Fakta

Nathalie Simonsson: Kroppur, kenslur og kynslív, 2016

Ein bók, ið fyrst og fremst snýr seg um at hava tað gott við sær sjálvari/sjálvum, júst sum ein er. Bókin er ein faktabók, men eisini ein bók um tað, sum tú hevur inni við teg sjálva/n, og um hvat er rætt fyri teg.

 

Nethatur

Linn T. Sunne: Seiko, 2012

Hetta er ein søga um kærleika, trýst og sorg. Símun og Ella hittast undir trænum, alt er vakurt og summar og næstan ein mussur. Tað er í summar, at alt tað góða má henda.

So verður veitsla, og alt broytist, tí Ella verður trýst til nakað, sum hon ikki vil.

 

Johanna Nilsson: Dámar, hata horuna, 2013

Jonna og Gloria eru bestu vinkonur. Tær fara á eina veitslu og sleppa at dansa við Robin, flottasta, kulasta dreingi í skúlanum. Hann tykist halda tær vera heilt ókey. Tað er næstan ov gott at vera sannheit. Tað er tað eisini. Óndar viðmerkingar byrja at koma á bloggin hjá Gloriu, og á Facebook verður ein bólkur gjørdur, sum eitur Hata horuna. Gloria verður so illa fyri av hesum, at hon byrjar at skera seg aftur. Jonna má gera okkurt, tí hon má hjálpa Gloriu. Hon ger av at geva aftur av somu skuffu, tí á netinum kann alt lata seg gera.

Læraravegleiðing finst til bókina á www.bfl.fo

 

At fara út um mark

Carolin Philipps: Tá ið tú ikki eigur orð, 2013

Bókin er um drongin Kristian, hvørs pápi ger seg inn á hann kynsliga. Hon er um, hvussu trupult tað er at siga frá, tá ið ein persónur, tú eigur at hava álit á, ger seg inn á teg og brýtur tíni mørk. Bókin er eisini um, at tað er týdningarmikið at siga frá og at hava fólk rundan um teg, sum stuðla tær.

 

Kynssamleiki

Jessica Schiefauer: Dreingirnir, 2019

Um dagin gera dreingirnir seg inn á Kim og vinkonur hennara, Bellu og Momo, men um næturnar drekka tær nektar úr einari ótrúligari blómu, sum broytir tær til dreingir. Kim vil hava meira av frælsinum, ið hon upplivir í dreingjakroppinum og verður sum drongur hugtikin av Tony. Sambandið teirra millum verður merkt av spenningi og freistingum, og Kim verður drigin inn í ein heim, sum verður villur og vandamikil. Dreingirnir sameinir tað strævna í gerandisdegnum við tað vakra og gandakenda í eini søgu um uppvøkstur, broyting, kærleika og vinalag.

 

Julie Andem: Skomm 3, 2019

Høvuðspersónurin í Skomm 3 er Ísak, sum stríðist við at viðurkenna sín egna seksualitet. Hann er hugtikin av Even, men hevur samstundis trupulleikar av at knýta seg til hansara, av tí at Even líður av sálarsjúku.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni