Tíðindi
13.01.2017
Inklusjón er tann einstaki faktorurin, sum ger lærarar strongdar. Mangan fáa lærarar mótstríðandi krøv í arbeiðinum, teir hava ilt við at skulu velja millum at taka sær av einum barni við serligum tørvi og undirvísa restina av flokkinum. Teir verða ofta avbrotnir í arbeiðinum, kenna seg ikki at vera fyrireikaðir og ov illa fyri fakliga at taka sær av teimum, sum krevja nakað eyka.
Tað er Arbejdsmedicinsk Klinik í Herning, sum hevur staðið fyri strongdarkanningini í Billund og Vejen kommunum.
Undan sjálvari kanningini av arbeiðsumhvørvinum hjá lærarum hava lærarar, sum hava verið serliga strongdir, havt høvi at komið saman í bólki; bólkarnir hava verið saman í 8 vikur. 24 lærarar tóku av; eftirmetingin vísir, at 90,9 prosent av luttakarunum hildu, at bólkatilboðið hevði gagnliga ávirkan. Eingin segði, at tilboðið ikki hevði hjálpt.
Billund Kommuna, pensjónskassin hjá lærarunum og Vejen Kommuna hava rindað fyri verkætlanina. Poul Eck Sørensen, ráðgevi í lærarafelagnum í Billund og Vejen, hevur fylgt verkætlanini.
Lærararnir í Billund og Vejen kommunum eru eins strongdir og aðrir lærarar í Danmark, men sambært Poul Eck Sørensens sæst tað týðiligt aftur í hagtølunum, at ein skúlasamanlegging hevur verið í Vejen; hetta var í 2012; nærum um somu tíð fór nýskipanin av fólkaskúlanum av bakkastokki, og nýggj arbeiðstíðaravtala varð gjørd. Allar hesar broytingarnar økja talið á strongdum lærarum – og tá hevur hann bara talið á teimum, sum venda sær til lærarafelagið um hjálp.
Talið á strongdum lærarum økist stórt, men tíverri eru tað lærarar, sum verða sjúkraskrivaðir yvir longri tíð, sum ikki biðja um hjálp. Til dømis arbeiðir summir víðari heimanífrá, og tá ið teir verða sjúkraskrivaðir, er talan um kroniska strongd, sigur Poul Eck Sørensen.
- Nógvir lærarar kenna seg ikki at røkka til, tí teir stríðast við ov nógvar uppgávur, ov stór krøv um inklusjón og tí at fyrireikingartíðin verður brúkt til vikartímar, og teir mugu møta upp ófyrireikaðir. Hetta elvir til strongd.
- At arbeiða við inklusjón elvir til strongd, og so er tað alt, sum skal skjalprógvast og skrásetast, sum merkir øll, ið starvast hjá tí almenna; har fer nógv tíð, sigur hann.
Bólkaarbeiðið, sum teir strongdu lærararnir luttóku í, vardi frá november 2014 til mars 2016; tilboðið byggir á mindfulness og kognitiva terapi.
Kelda: folkeskolen.dk