Tíðindi
29.09.2016
Hvat við, at bókastuðulin verður markaður til føroyskt lærutilfar? Tað sær út til, at politiski myndugleikin hevur lítlan hug til at játta miðnámi stórvegis av pengum til lærutilfar beint nú, so bókastuðulin ella partur av honum kundi farið til at framleitt meir av tilfari til miðnámsskúlanæmingar. Hvussu kunnu vit skipa hetta?
Bókaforløg fyri miðnámsskúlar
Vit kundu t.d. gjørt einar tríggjar deplar við bókaforløgum: Glasir; Miðnám á Kambsdali og Tekniski skúli í Klaksvík; Fiskivinnuskúlin og Miðnámsskúlin í Suðuroy. Landið kundi so latið skúlarnar umsitið bókastuðulin. Hvør depil fekk eina upphædd í mun til tal av næmingum. Tað vil siga, at skúlin læt næmingum tilfar ókeypis líka upp til 3.600 kr.
Treytin fyri at fáa stuðul kundi verið, at tilfarið er føroyskt. Í løtuni er føroyskt tilfar á miðnámi ikki meir enn eini 20%. Í eini skiftistíð, sum kundi verið 4 ár, fingu næmingarnir ókeypis tilfar – eisini danskt. Men í 2020 fáa næmingar bara stuðul til føroyskt lærutilfar. Um lærarar eftir 2020 vilja brúka útlendskt tilfar, mugu næmingarnir gjalda fyri tað.
Slík forløg høvdu eisini kunnað verið við til at stuðlað føroyskum bókmentum. Forløgini høvdu latið næmingum stuttsøgusøvn, skaldsøgur, yrkingasøvn og sjónleikir “fyri einki”.
Skúlabøkur ein søluvøra
Um vit t.d. siga, at 20% av bókastuðlinum til forløgini bleiv markaður til nýtt lærutilfar, so fingu forløgini yvir eina millión, sum kundi verið brúkt til at gera meiri lærutilfar.
Fyri at lærutilfarið kann verða brúkt sum søluvøra, mugu rithøvundarnir alla tíðina dag-føra tað. Tað vil siga, at vil høvundurin selja, so er hann noyddur at dagføra. Á henda hátt vinna vit bæði málsliga og fakliga, og eftir 10 árum er alt lærutilfar á miðnámi føroyskt.
Greinin stendur í Miðnámsriti nr 11, sum júst er lagt út á fh.fo
Miðnámsrit nr 11
Hesa ferð eru seks greinir. Tórður Johannesarson hevur tvær. Tann fyrra er um, at stuðul til lærutilfar, sum í dag verður latin í bókastuðli og útbúgvingarstuðli, skal heldur markast, so peningurin fer til skúlarnar at umsita.
Mortan Ólason Vang hevur skrivað um sjónliga læring og um John Hattie. Hann kemur m.a. inn á sjálvevaluering, har John Hattie leggur upp til, at um lærarar t.d. veita skipað feedback, so fer tað statistiskt sæð at menna læringina.
Olav Absalonsen hevur umsett grein eftir Keith Goree um etikk í undirvísingini.
Greinskrivarin spyr, um etikkur kann lærast í skúlanum. Svarið er ja og nei.
Maybritt við Strond hevur skrivað um støðuna hjá orðblindum børnum í Føroyum, og hvussu logopediska arbeiðið við miðnámsskúlanæmingum á Glasi í Hoydølum er skipað í verki.
Seinna greinin hjá Tórði er m.a. um, at meiri enn 50% av føroyskum skrivligum próvtøkuuppgávum á miðnámi verða send av landinum at verða dømd. Hann hevur boð upp á, hvussu vit kunnu bøta um hetta.
Rógvi Thomsen hevur eitt framhald av grein, sum stóð í Miðnámsriti 7 í 2015, nevnd Undirvísing ella læring? Læring hjá teimum ungu í tí seinmodoernaða samfelagnum.
Hetta er seinna grein.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson