Tíðindi
12.05.2023
Nýggj gransking, sum nýliga er gjørd í Noregi, vísir, hvat eyðkennir lítlar kommunur, har skúlarnir í kommununi støðugt kunnu vísa á góð úrslit ár eftir ár. Orðið, sum gongur aftur, er samstarv.
Í doktararitgerð síni kannaði Hilde Forfang tríggjar kommunur í einum øki í Noregi, sum allar kunnu vísa á góð úrslit yvir tíð, tá ið talan er um avrik hjá næmingum. Hesar tríggjar kommunurnar hava allar færri enn 3000 íbúgvar hvør.
Tað at kommunurnar eru lítlar og eru á bygd, eru viðurskifti, sum kunnu vera ein avbjóðing, og sum kunnu hava við sær, at skúlarnir enda niðarlaga, tá ið talan er um landsroyndir, próvtøkuúrslit og skoðsmál annars.
Men í kommununum í Noregi, sum eru kannaðar, er støðan øvut.
– Hesar kommunurnar eru unikkar. Tær eru í einum fylki við avbjóðingum, sum vanliga eyðkenna bygdir, men skúlarnir kunnu vísa á úrslit, sum liggja oman fyri tað, sum er miðal fyri landið. Tað helt eg var spennandi at kanna nærri, sigur Hilde Forfang, sum vardi doktararitgerð sína nýliga.
Serliga avbjóðingar
Í umleið helminginum av kommununum í Noregi er íbúgvatalið niðan fyri 5000. Nógvar av hesum kommununum kunnu verða kallaðar bygdarsamfeløg – tað er at tær eru eyðkendar av smáum búsetingum ella býlingum, sum liggja langt frá hvørjum øðrum.
Eldri gransking vísir, at slíkar smærri kommunur í útjaðaraøkjum síggja út til at hava eyka avbjóðingar, eitt nú í skúlaverkinum, samanborið við í stórar kommunur við stórum býum.
– Fyri tað fyrsta er tað fíggjarligu viðurskiftini. Lítlar kommunur hava lítla fíggjarorku, men tær hava júst somu uppgávur sum stórar kommunur. Fyri tað annað er tað trupult at fáa skúlastjórar til hesar kommunurnar. Eru tær so hepnar at fáa skúlastjórar, vísir tað seg mangan, at teir steðga stutt – bara til teir fáa eitt betri starv aðrastaðni, sigur Hilde Forfang.
Men tað er ikki bara, tá ið talan er um leiðslu og búskap, at tær smáu kommunurnar í útjaðaraøkjunum stríðast.
– Tað kann eisini vera ringt at fáa fatur á lærarum. Og lærararnir kunnu uppliva, at teir steðga upp fakliga. Tað er ein avbjóðing at fáa gott fakligt umhvørvi, tá ið stór frástøða er til næsta skúla, sigur Forfang.
So hvat er tað, sum eyðkennir tær tríggjar kommunurnar, sum kunnu vísa á so góð úrslit yvir tíð?
Skúlasamstarv tvørtur um mørk
Forfang kannaði, hvat eyðkennir skipanirnar í hesum kommununum.
– Hesar kommunurnar hava skipað eitt netverk tvørtur um kommunumark á øllum økjum, frá teimum, sum eiga skúlarnar, til teirra, sum leiða skúlarnar og sjálvandi lærararnar eisini. Á henda hátt loysa tey nógvar avbjóðingar, sigur Forfang.
Tey hava sett tað í verk, sum Hilde Forfang nevnir undirstøðukervi fyri samstarvi.
– Hesar kommunurnar samstarva so tætt og so nógv, at tær kunnu verða fataðar sum ein samlað skipan.
Hon sigur, at tær til dømis hava sett alla fíggjarorkuna til uttanhýsis førleikamenning, eftir- og víðariútbúgving í ein pott. Tær brúka pengarnar í felag heldur enn at gera ymsar ætlanir fyri hvørja kommunu sær. Kommunurnar eru í felag um førleikarnar, og á henda hátt mótvirka tær stagnatiónina í yrkinum, sum annars nógvir lærarar uppliva.
Samstarvið millum hesar tríggjar kommunurnar byrjaði fyri umleið 30 árum síðan.
– Skúlarstjórarnir í hesum økinum hava verið góðir og strategiskir og hava hugsað fram í tíðina. Teir hava skilt, at skalt tú hava ein góðan skúla í framtíðini í einum lítlum útjaðaraøki, so mást tú samstarva, sigur Forfang.
Aðrar kommunur vilja læra
Eingin hevur í útgangsstøðinum noytt hesar kommunurnar at samstarva, og tað drúgva samstarvið er veruliga komið inn í allar liðir.
– Nógvir skúlaleiðarar, bæði í kommunum og skúlum, eru farnir frá, síðan samstarvið tók seg upp, men undirstøðukervið og mentanin at samstarva er framvegis grundarlagið, sigur Hilde Forfang.
Í dag hevur ein av kommununum ein skúlastjóra, men hesin skúlastjórin hevur harumframt ábyrgdina av at samskipa skúlasamstarvið í trimum av grannakommununum, og hetta er týðandi í netverkssamstarvinum.
– Gransking, sum áður er gjørd á økinum, vísir, at lærir tú at gagnnýta netverkið, hevur tað góða ávirkan, um tað verður gjørt skipað. Netverk tvørtur um mørk og tætt samstarv á øllum stigum hevur virði í sjálvum sær.
Forfang heldur, at stóru kommunurnar kunnu læra nógv av teimum smáu:
– Ja, eg haldi, at har er nógv at læra. Vit kunnu ikki generalisera hesi úrslitini, tí hetta er eitt lítið úrval av kommunum, men tað eigur at bera til at kenna ymiskt aftur úr úrslitunum og læra, sigur Forfang.
Meðan granskingin er farin fram, hava kommunur sett seg í samband við Hilde Forfang, tí tær vilja hava, at hon skal koma og greiða frá tí, sum hon hevur funnið út av. Tá hevur hon hesi ráð til teirra:
– Tak samstarv í álvara. Ger pláss fyri einum greiðum skipanarligum undirstøðukervi við góðum byggiklossum sum grundarlag. Hugsa netverk og finn fólk, sum kunnu leiða netverkið. Tey virka ikki av sær sjálvum, sigur Forfang.
Kelda: forskning.no