Tíðindi
11.12.2024
Talvan á myndini vísir talið av børnum í Føroyum, sum hava annan ríkisborgaraskap. Á talvuni sæst, at talið av næmingum í fólkaskúlaaldri, 7-15 ár, ið hava annan ríkisborgaraskap, er vaksið munandi seinnu árini. Serliga er talið av næmingum, ið hava sín uppruna uttan fyri Norðurlond og uttan fyri Evropa, vaksið. Tað eru 122 næmingar, ið hava sín uppruna uttan fyri Evropa. Fyri 15 árum síðan vóru hesi 24 og fyri 10 árum síðan 43. Flestu næmingarnir koma úr Asia (77) og síðan Afrika (33).
Talið av næmingum, ið koma úr Evropa, tó ikki úr Norðurlondum, er vaksið støðugt síðan í hesi øldini. Í 1999 vóru hesi 9, í 2009 27 næmingar, og nú eru tað 84 næmingar, ið koma úr Evropa uttan fyri Norðurlond.
Talið av næmingum, ið koma úr londum uttan fyri Evropa, er fimmfaldað síðan 2009. Um aldarskiftið vóru tað bara einstakir næmingar, ið høvdu sín uppruna uttan fyri Evropa. Í 2009 vóru hesi 21, í 2014 45 og í oktober 2024 vóru 122 børn í skúlaaldri, ið høvdu sín uppruna uttan fyri Evropa.
Børnini, ið eru flutt til landið, hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri at gerast partur av felagsskapinum og fyri at fóta sær í Føroyum.
Meðan BTÚ er vaksið, er játtanin til fólkaskúlan ikki fylgt við samsvarandi. Ár eftir ár er BTÚ vaksið, og arbeiðsfjøldin er vaksin. Tað eru alt fleiri, sum eru flutt til Føroya uttan úr heimi at arbeiða, og nøkur hava børnini við. Tilflytingin av arbeiðsmegi hevur verið við til at gera Føroyar ríkari, men hin síðan av medaljuni er, at hesi vaksnu og børnini ikki kenna føroyska mentan ella føroyska málið, og tað er uppgávan hjá fólkaskúlanum at undirvísa hesum næmingum í føroyskum sum annaðmál. Tøl frá sendingini Breddanum fyrr í ár vístu, at tað vóru umleið 220 næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál; av teimum eru 120 næmingar, ið als ikki skilja føroyskt. Tí eigur fólkaskúlin at fáa sín part av hesum búskaparvøkstrinum, tí at uppgávan hjá fólkaskúlanum er vaksin sum fylgja av hesum.
Samfelagið røkir ikki sína uppgávu at integrera tey, ið eru flutt til Føroya. Nú er nýggj integratiónslóg á veg, og fólkaskúlin eigur sambært kunngerð at taka sær av hesum næmingunum, sum ofta koma úr fjarskotnum londum og hava rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, men skúlin fær ikki røkt sína skyldu, tá skúlin ikki fær neyðugu játtanina frá løgtinginum til endamálið.
Játtanin til undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móttøkuflokkar má vaksa munandi. Um vit spyrja skúlarnar, so fáa teir bara helvtina at tí játtan, sum søkt verður um; tað sita fleiri næmingar við útlendskum uppruna í flokkunum og skilja ikki eitt orð á føroyskum, norðurlendskum ella fyri tað á enskum, og lærarin er einsamallur um allan flokkin. Hyggja vit at fíggjarlógini, so er kontan til føroyskt sum annaðmál í tíðarskeiðinum frá 2021 til 2025 bara hækkað frá 4,3 mió. til 5,5 mió. Um somu tíð er talið av næmingum, sum hava sín uppruna uttan fyri Norðanlond og uttan fyri Europa, vaksið munandi. Sambært Hagstovuni eru 72 børn fleiri í skúlaaldri nú enn í 2021, sum eru komin úr londum uttan fyri Norðurlond, av hesum eru 40 komin úr londum uttan fyri Europa.
Fólkaskúlanum hevur ikki fíggingina at geva næmingum, ið hava útlendskan uppruna, neyðugu undirvísingina í føroyskum sum annaðmál; tí fara skerjingar í játtanini til fólkaskúlan at koma sum steinur oman á byrði. Vónandi sær Løgtingið álvaran í støðuni og forðar fyri, at játtanin til fólkaskúlan verður skorin aftur komandi ár. Uttan at neyðuga játtanin verður játtað fólkaskúlanum, so hevur lærarin ikki møguleikan at skapa umstøðurnar til næmingarnar, og tað fer at hava við sær, at trýstið á aðrar skipanir fer at vaksa. Og tá er einki vunnið.