Tíðindi
10.02.2025
Hóast talan verður um stórar broytingar, um tær væl at merkja verða settar í verk, eitt nú viðvíkjandi skúladagatalinum, tímatalinum og lærugreinabýtinum, so vænta Sólvá Jónsdóttir, Emmy S. Joensen og Sonja Winthereig, sum arbeiða við námsætlanunum í Námi, ikki, at tað fer at ávirka námsætlanirnar.
- Sjálvandi kann tað gerast ein spurningur um, hvussu nógv førleikamál lærarin nær at undirvísa í og fara ígjøgnum, um hann hevur minni tíð. Tá ið námsætlanirnar eru málstýrdar, eru málini sett soleiðis, at tey samsvara við mál, sum eru sett í okkara grannalondum og OECD; tað snýr seg tí ikki um at avmarka málini ella taka nøkur burtur, men heldur um at skipa undirvísingina øðrvísi, soleiðis at tey verða rokkin. Sama hvørjar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlanum, so er tað avgerandi, hvussu væl tað eydnast læraranum at fáa næmingarnar virknar. Tímatalið í sjálvum sær nýtist ikki at siga nakað um fakligu úrtøkuna hjá næmingunum, og hóast tímatalið verður lækkað, so verða málini ikki fækkað. Tað er ikki hugsað inn í námsætlanirnar, at næmingurin sjálvur skal venja ella læra eitthvørt heima orsakað av minkaðum tímatali. Tað er onkursvegna at melda almenna skúlan burtur úr almennu albúgvingini hjá næminginum. Tað kann verða gott fyri næmingar at hava at heimauppgávur, men heimauppgávur skulu helst vera ”repetitión” og venjing. Tað vil siga uppgávur, sum lærararin veit, at næmingurin megnar. Og í hesum sambandi er tað týdningarmikið og ein fortreyt, at næmingurin hevur ment og ognað sær gott arbeiðslag og áhaldni.
Fyri gott og væl fýra árum síðan fekk Nám uppgávuna at dagføra allar námsætlanirnar fyri fólkaskúlan og miðnám. Stígur var í arbeiðinum eitt skifti, meðan arbeiðsbólkur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum arbeiddi við at gera uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini, men nú er ferð aftur komin á arbeiðið. Fyri stuttum var Sonja Winthereig sett í fulltíðarstarv í trý ár burturav at arbeiða við námsætlanunum. Sólvá Jónsdóttir og Emmy S. Joensen hava arbeitt við námsætlanunum frá byrjan. Samanlagt eru tvey og eitt hálvt ársverk tongd at arbeiðinum; tó eru eisini onnur starvsfólk í Námi knýtt at arbeiðnum til ávísar uppgávur. Tað merkir við øðrum orðum, at Nám hevur raðfest námsætlanirnar og niðurraðfest ráðgevingina næstu tvey árini.
- Um tað fer at eydnast at koma á mál við øllum námsætlanunum, eisini teimum til miðnám, eftir trimum árum, er ilt at meta um, men vit arbeiða fram ímóti tí. Tað ger í øllum førum stóran mun, at fólk burturav er sett at arbeiða við námsætlanunum.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 6, 2024.