Tíðindi

Broytingar í skúlanum mugu spretta í skúlanum

Mikudagin 21. september klokkan 16 heldur Dr. Hjördís Þorgeirsdóttir, hjálparrektari í ungdómsskúlanum, Menntaskólann við Sund, fyrilestur í Læraraskúlahøllini á Frælsinum í Havn við heitinum lærarin í miðdeplinum fyri skúlamenning og framtíðarskúlanum

15.09.2016

Hóast tað trúliga verður roynt at broyta skúlan úr erva, so er breið semja um, at broytingar í skúlanum mugu taka støði og spretta í skúlanum. Og tað er júst hetta, sum fyrilesturin hjá Hjördís Þorgeirsdóttir snýr seg um. At starvsfólkini gerast partur og eiga lut í menningarátøkum. Fyrilesturin byggir á royndir í Íslandi við verkætlan, har “action research” verður nýtt sum háttur at fremja professionella menning. Í verkætlanini luttaka lærarar og granskarar. “Action research” tekur støði í dagliga virkinum og byggir á samarbeiði millum praktikaran, í hesum føri læraran, og professionella granskaran. Granskarin luttekur í dagliga virkseminum og er í minni mun eygleiðari. Talan er um gransking við jørðildi í skúlanum.

Fyrilesturin er á enskum. Alex Ocampo er orðstýrari.

Vegna fyrireikararnar

Føroya Lærarafelag og Yrkisfelagið Miðnám


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni