Tíðindi
08.04.2025
Síðani løgmaður á nýggjárinum nevndi telefonnýtsluna í skúlanum, ella beinleiðis viðmælti forboð fyri hesari, hevur nógv kjak verið um evnið. Men skilhaldsreglur eru um so nógv annað enn bara telefonir. Kunngerð um umsjónar- og atferðarreglur í skúlunum kom í gildi í juni 2010. Í 2024 kom so ískoyti til kunngerðina serliga viðvíkjandi telefonnýtslu í skúlunum.
Skilhaldsreglur eru væl settar í gildi í skúlunum fyri at geva næmingum og lærarum góðar umstøður at virka undir, og fyri at tær skulu vera góður karmur um eitt gott og trygt læringsumhvørvi.
Kunngerðin frá 2010 staðfestir yvirskipað, at skúlastýrið ger reglur um fyriskipanir til at fremja gott skil og virðiligt samskifti í skúlunum. Hetta umfatar umsjón við næmingum og um trivnaðarætlan skúlans, m.a. viðvíkjandi happing og um at tálma fartelefonnýtslu i skúlunum.
Eisini stendur, at hesar reglur skúlans skulu gerast soleiðis, at tær taka støði í viðurskiftunum á staðnum. Tær eiga at hava fyrilit fyri aldri og førleika næminganna, virksemi næminganna og skúlaumhvørvi. Námsfrøðiliga ráðið og næmingaráðið skulu hava reglurnar til ummælis, umframt at leiðslan skal verða hoyrd.
Í reglunum verður eitt nú staðfest, at skúlin hevur umsjón við næmingunum 10 minuttir, áðrenn undirvísingin byrjar og endar 10 minuttir eftir seinasta tíma hjá næminginum. Umsjónin er bert galdandi á skúlans øki, tó eisini um undirvísingin fer fram aðrastaðni enn í sjálvum skúlanum.
Um atferðarreglur sigur kunngerðin, at hesar reglur áseta karmarnar fyri, hvussu langt kann verða farið í royndunum at fáa næmingin at halda fyriskipaðar reglur.
Um reglurnar ikki verða hildnar, eiga lærarar altíð fyrst at tosa við heimið fyri at finna eina loysn. Hetta verður eisini gjørt javnan í dag, og tíbetur er aloftast onkur loysn at finna. Men um so er, at næmingurin hóast samrøður, átalur og ávaringar ikki heldur fyriskipanir skúlans, kunnu eitt nú hesi tiltøk verða sett í verk fyri næming í 3.-10 flokki:
* Verða frítikin fyri undirvísing í upp til eina viku. Foreldur skulu kunnast áðrenn.
* Verða fluttur í samsvarandi flokk í sama skúla. Foreldur skulu kunnast áðrenn.
* Verða fluttur í samsvarandi flokk í øðrum skúla í kommununi. Móttakandi skúli skal góðtaka hetta.
* Fyri næming í 10. flokki. Verða útskrivaður úr skúlanum.
* Likamlig revsing er ikki loyvd. Tað er tó loyvt at forða næmingi í at nýta harðskap móti øðrum ella at gera herverk á bygning og lutir.
Tað hevur alstóran týdning, at leiðslur, um tað verður mett neyðugt, veruliga nýta hesar møguleikar og eisini innan fyri rímiliga tíð. Næmingarnir mugu bæði vita og síggja, at afturvendandi brot á reglur fáa fylgjur. Desiplinin má og skal haldast í skúlunum, men hetta er vorðið væl meira trupult at umsita í dag. Og tí eisini ikki so ofta brúkt sum fyrr. Hetta helst, tí at skúlarnir, í útgangsstøði, skulu rúma øllum næmingum. Nógvir at teimum hava einhvørjar, ofta sálarligar, avbjóðingar, sum gera, at teir ikki treytaleyst kunnu fylgja vanligum reglum. Í dag verður tí ofta ikki spurt, hvat næmingurin hevur gjørt, men í staðin hví. Tað skal nærmast ein sálarlig útgreining fyriliggja fyri hetta og hatta, áðrenn nakað skal gerast í hvørjum einstøkum føri, sum tú hvørki hevur tíð ella orku til. Og so fer málið bara aftur við borðinum. Tað er ikki sørt sigandi og beinleiðis syndarligt, at álvarsmál sum harðskapur móti lærarum als ikki verður skrásett hjá rætta myndugleika, sum er Arbeiðseftirlitið. Einki (les 0) mál er sent avvarðandi mynduleika yvirhøvur. Hetta má koma í rættlag so ella so.
Í fjør kom so eisini endurskoðað kunngerð um atferðarreglur viðvíkjandi fartelfonnýtslu. Her verður m.a. sagt, at telefonin er ikki nakað kravt undirvísingaramboð. Reglan er yvirskipað, at fartelefonnýtsla verður avmarkað so nógv sum til ber, so at meginreglan verður, at næmingarnir ikki nýta telefonina, hvørki í tímunum ella fríkorterinum. Skúlastýrini á staðnum gera annars neyvari reglur. Men eitt eru reglur, annað er veruleikin. Sjálv um onkur telefon endar hjá stjóranum nú ella tá, hevur tað sera lítlan virknað. Tey vita, at tey fáa telefonina aftur, tað ið dagurin er liðugur. Her kundu reglurnar verið væl strangari, men sum skilst, liggja onkrar juridiskar forðingar í vegin fyri hesum.
Well, tað gongur nokk. Páskafrí er í nánd.