Tíðindi

Betri tíð til einstaka næmingin

Tíðin hjá einstaka næminginum at undrast, seta spurningar og læra at arbeiða fjølbroytt í samstarvi við floksfelagar og læraran er avmarkað. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

10.12.2021

Fólkaskúlalógin hevur stóran týdning fyri okkara samfelag. Tað er í lógini, vit í stóran mun síggja, hvørji ynskir vit hava fyri okkara børn og ungu. Samfelagið, vit liva í, broytist, tí broytast hugsanir og ynskir á ymisku økjunum eisini, og nú er tíðin komin, har vit fara at endurskoða fólkaskúlalógina. Tað er altíð áhugavert at hoyra politikkarar tosa um fólkaskúlan; allir vilja hava ein góðan fólkaskúla við nógvari læring, góðum trivnaði og persónligari menning. Fólkaskúlalógin er væl skrivað við føgrum orðum sum ”at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini”. Serliga er tað við atliti at einstaka næminginum og møguleikum hansara at menna arbeiðshættir og at gerast djúphugsin, ið kunnu verða truplir at røkka í vanliga skúladegnum. Tíðin hjá einstaka næminginum at undrast, seta spurningar og læra at arbeiða fjølbroytt í samstarvi við floksfelagar og læraran er avmarkað. Tað er oftast við evnisdøgum, ella tá vit kalla tað øðrvísi undirvísing, at hesi málini kunnu verða nádd.

Lærarar eru arbeiðssamt fólkaslag. Í skúlunum er starvsfólkahópurin ofta samansettur av lærarum við nógvum ymiskum fakligum og persónligum førleikum. Eg loyvi mær at halda, at størsti parturin av lærarum er kreativur/skapandi. Tá vit tosa um skapandi lærugreinar, meina vit ofta við handaligu lærugreinarnar. Hetta er eftir míni meting ein feilur, ið er íkomin onkrastaðni á ferðini at finna góða skúlan. Bókligu fakini eru avgjørt eisini skapandi við nógvum ymiskum arbeiðsháttum, sum eiga at fáa møguleika til djúphugsni og ymiskar arbeiðshættir.

Samstundis sum lógin krevur, at lærarin hevur tíð til einstaka næmingin, er støddin á flokkinum ein av stóru avbjóðingunum. Løgtingslógin á hesum økinum er soljóðandi: ”§ 20. Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.” Orðingin “vanliga” hevur ført við sær, at tað í fleiri førum eru 25 ella 26 næmingar í flokkunum við skúlaársbyrjan, samstundis, sum tað eisini kemur fyri, at 27-28 næmingar eru í flokkunum ávís tíðarskeið og í ávísum førum heil og fleiri skúlaár.

Hóast lógin er greið, so kann tað vera ein ov stór uppgáva hjá læraranum at røkka einstaka næminginum. Flestu flokkar hava næmingar, ið eru á ymiskum fakligum stigi, samstundis sum fyrilit skulu havast fyri menningini hjá tí einstaka. Av tí at næmingatalið er ov høgt, eru eisini fleiri fyrilit hjá lærarunum í einstøku fakunum at hava. Alt fleiri næmingar hava órógv av ymiskum slagi, og talið av næmingum við skúlaaftran og øðrum avbjóðingum økist.

Seinastu tíðina hava vit hoyrt, at alt ov nógv børn verða meldað til útgreiningar á psykiatriska deplinum. Tey á psykiatriska deplinum megna ikki at loysa stóru arbeiðsuppgávuna nóg skjótt, tí er bíðitíðin long. Seinastu tíðina hevur tankin ofta vent aftur, um tað veruliga man vera so einfalt, at børnini eru greiðasta tekin um, at arbeiðsmynstrið er farið heilt av lagi. Kanska er trupulleikin so einfaldur at loysa, at um vit hvør í sínum lagi høvdu betri tíð til okkara børn og ungu, so var støðan á psykiatriska deplinum ein onnur. Um lærarar skulu hava betri møguleikar at vera um einstaka næmingin, so má støddin á flokkinum broytast, samstundis sum undirvísingartímatalið hjá læraranum má lækka. Tað má vera tíð til trivnaðararbeiðið á skúlunum, um eitt nú flokslærarin skal hava tíð til næmingasamrøður, so má vera pláss fyri tí á tímatalvuni. Sum støðan er í løtuni, so eru bæði næmingatal og undirvísingartímatal ov høg. Einasti møguleiki at røkka einstaka næminginum er við at gera rúm fyri hesum í arbeiðstíðini hjá læraranum.

Sjónarmið í Skúlablað nr 6, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni