Tíðindi
01.05.2023
Skúlanet er eitt samstarv millum Undirvísingarstýrið, Nám, KT Landsins, kommunur, skúlar og útbúgvingarstovnar. Tað er KT Landsins, sum stendur fyri at seta Skúlanet í verk, sum í stuttum fevnir um tríggjar høvuðstættir: tólbúnað, tænastuveitingar og ráðgeving,
- Skúlanet er, sum orðið sigur, fyrst og fremst sjálvt netið, sum knýtir alt saman og ger tað møguligt hjá brúkarum at rita inn í Kervi+-skipanina. Teldur, samvirknar talvur, prentarar og annað tílíkt verður knýtt á Skúlanet. Arbeiðið snýr seg fyrst um at greina og skjalfesta, hvussu net og annað sær út í einum skúla, og vanliga tekur hetta arbeiðið nakrar dagar at gera. Tá ið greiningararbeiðið er liðugt, og yvirlit er fingið yvir net, ritbúnað og tólbúnað, fer eitt arbeiðstoymi á umleið 4-6 fólk út í skúlan at syrgja fyri at seta nýggja netútgerð upp og innlima teldur, prentarar og samvirknar talvur o.s.fr. Hetta arbeiðið er væl fyrireikað og tekur eisini vanliga nakrar dagar. Skúlanet fevnir eisini um KT-hjálp, og í løtuni verður arbeitt við at byggja upp eina eind í Undirvísingarstýrinum, hagar fólk kunnu ringja við spurningum um Skúlanet og Kervi+. Talan er í fyrstu atløgu um eina royndarskipan, sum verður mannað við KT-vegleiðarum úr skúlunum. Hava viðskiftafólk meira tekniskar spurningar, verða teir beindir víðari til KT-Skivuna á KT Landsins.
Higartil eru gjørdir 19 sáttmálar um innliman í Skúlanet, og ítøkiliga íverksetanin av Skúlaneti er framd í 11 skúlum. Miðað verður eftir at fáa 10 skúlar og útbúgvingarstovnar afturat á Skúlanet í ár, harímillum Fróðskaparsetrið og Glasir. Eftir ætlan skulu allir skúlar vera íverksettir í 2024. Sambært Mortani Zachariassen hevur tilgongdin við Skúlaneti eydnast væl í skúlunum, sum nú eru í netinum.
- Skúlarnir hava tikið ógvuliga væl ímóti Skúlaneti, serliga tí íverksetanin hevur við sær, at tað ikki longur eru skúlin og KT-fólkini sjálv, sum hava ábyrgdina av, at tekniska trygdin er í lagi. Trygdarkrøvini eru herd munandi seinastu árini, og sum eg nevndi, so er trygdin ikki nøktandi í flest øllum skúlum í dag. Tá ið ein skúli er íverksettur, eru tað starvsfólkini í Skúlaneti, sum skulu tryggja, at tann tekniska útgerðin er dagførd og viðlíkahildin, og at tekniska trygdin annars er í lagi. Tað er ein stórur lætti fyri skúlan. Frameftir kunnu KT-starvsfólkini í skúlunum savna seg um sína kjarnuuppgávu, nevniliga at ráðgeva lærarum um, hvussu KT kann brúkast í undirvísingini. Um KT-hjálpin á staðnum ikki er tøk, ber til hjá starvsfólki at venda sær til KT-hjálpina í Undirvísingarstýrinum, sum kann hjálpa í fjarstøðu við m.a. at yvirtaka telduna.
Í 2021 samtykti Løgtingið uppskot um at fremja felags KT-heildarætlan fyri føroyska undirvísingarverkið. Undirvísingarstýrið hevur ábyrgd av KT-heildarætlanini, og arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við Nám, KT Landsins, Talgildu Føroyar, føroysku KT-vinnuna og skúlar og útbúgvingarstovnar kring landið. Mortan Zachariassen er deildarleiðari í KT-eindini í Undirvísingarstýrinum, har meginparturin av verkætlanararbeiðinum fer fram, og hann hevur góðar vónir um heildarætlanina, sum eftir ætlan verður liðugt íverksett í 2025.
Samrøða eftir Sunnivu G. Mortensen. Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2023.