Tíðindi
08.02.2017
Berlys býr í Søldarfirði. Har hevur hon búð, síðan hon kom til Føroya í 2000, 19 ára gomul. Hon koyrir vestur í Vágar at kalla hvønn skúladag. Yvirhøvur, tí sjálvandi kann tað henda, at hon fær ikki koyrt fyri veður, men tað er tíbetur heilt sjáldan. Henni dámar at koyra henda tíman, tað tekur at koyra úr Søldarfirði vestur í Skúlan á Giljanesi.
Hon hevði møtt einum føroyingi, sum hevði lisið spanskt í Venesuela í tvey ár, og flutti við honum til Søldarfjarðar í Føroyum.
Tá ið hon kom til Føroya í 2000 tosaði hon bara spanskt, og tí hevði hon bara nøkur heilt fá at tosa við. Hon tosaði heldur ikki enskt, men í dag – næstan 17 ár seinni – tosar hon so at siga flótandi føroyskt. Hon hevur altso gott, musikalskt máloyra, ið er ein fyrimunur, tí hon er eisini tónleikalærari.
Ta fyrstu tíðina arbeiddi hon hjá Fiskavirking á Toftum. Men hon fór so sanniliga eisini í skúla. Hon gekk í 9. flokki í Runavíkar skúla.
Hon var so heppin at fáa eitt tilboð at ganga í 9. flokki sum vanligur næmingur saman við eini vinkonu úr Ghana í Afrika. Vinkonan valdi sær føroyskt og støddfrøði, men Berlys valdi allar lærugreinirnar í 9. flokki. Hetta var ein rættilig avbjóðing, tí hon dugdi føroyskt, hóast hon kundi práta við fólk, men hon strembaði eftir at duga at benda eisini. Berlys helt, at hon við at taka allar lærugreinirnar, fór at læra føroyskt skjótari.
Tað gekst væl hjá henni, og liðug við 9. fór hon í studentaskúla á Kambsdali, har hon varð liðug í 2009.
- Mítt lív hevur verið soleiðis, at eg havi sett mær mál, og síggi eg, at tað gongur, sum eg havi ætlað, fari eg víðari.
Berlys sá, at tá ið hon var liðug í studentaskúlanum, átti hon at skipa sær ta røttu yrkisleiðina. Hon fór á Fróðskaparsetrið í Havn at lesa námsfrøði, og hon varð námsfrøðingur í 2013.
Hon hugsaði, at skuldi hon arbeiða sum námsfrøðingur, arbeiddi hon við børnum. Hon skrivaði allar sínar uppgávur á føroyskum og avgreiddi tær so mikið væl, at hon spurdi á Setrinum, um hon kundi sleppa at lesa til lærara. Tað slapp hon, og varð læraraútbúgvin í 2016 – í fjør summar.
Í Skúlanum á Giljanesi undirvísir Berys í tónleiki, náttúru og tøkni, heimstaðarlæru, søgu, list, evning, ítrótti og førleikastovu, sum er at arbeiða við tí sosialu og persónligu menningini hjá tí einstaka næminginum við eitt nú at brúka KAT-kassan (Kognitiv Affektiv Trening) sum amboð.
Næmingarnir í Skúlanum á Giljanesi halda Berlys vera kula, tí hon er ímillum teir á teirra hugfarsliga stigi, sum hon takkar síni námsfrøðiligu útbúgving fyri. Hon er eisini takksom fyri, at hon gekk í 9. flokki millum tannáringar.
Berlys sigur sum sínir starvsfelagar yvirhøvur, at tað, sum tað ræður um í skúlanum, er, at næmingarnir skulu hava tað gott og trívast fyri at tey skulu læra. Nettupp tað ber í sær, at lærarin hevur tað gott og trívist.
Hon hevur tað gott og trívist sera væl í Skúlanum á Giljanesi.
Myndin:
Berlys Cañas Nordendal úr Venesuela trívist sera væl í Skúlanum á Giljanesi, har hon er lærari
Tekstur og mynd: Sonne Smith