Tíðindi

Bergljót og Hanna eru norðurlendskir málloðsar

Bergljót G. Johannesen og Hanna Ovadóttir, ið eru lærarar á Skúlatrøð í Klaksvík, eru norðurlendskir málloðsar

27.06.2016

Ein málloðsur, tað sum á norðurlendskum verður rópt “sprogpilot”, er ein lærari, sum varpar ljós á og hevur áhuga fyri norðurlendsku málunum sum fremmandamál, og sum tekur tað norðurlendska við í undirvísingina í fólkaskúlanum; ein málloðsur er ein orkupersónur, sum kann hjálpa starvsfelagum við at leggja til rættis undirvísingina í grannamálunum og ráðgeva um tilfar og arbeiðshættir. Bergljót G. Johannesen og Hanna Ovadóttir hava báðar danskt á linju og undirvísa nógv í donskum. Fyri einum góðum ári síðan vóru tær á skeiði at gerast norðurlendskir málloðsar.

Sambært námsætlanini hava vit skyldu at undirvísa í norðurlendskum. Tí hildu vit tað vera gott høvi at fáa okkum meiri vitan og á tann hátt betra um undirvísingina í tí dagliga. Eisini vildu vit uppstiga okkum, og skeið, sum hetta, ið var í Helsinki, eru ikki ofta.
- Tað vóru 26 luttakarar á skeiðnum úr teimum seks Norðurlondunum: Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum. Ísland var væl umboðað við 6 luttakarum, og danir vóru eisini fleiri í tali.

- Vit báðar vóru einastu føroyingar og passaðu vit væl í hópin. Vit sóu skjótt, at vit hava nógv í felag við og riggaðu væl saman við grannum okkara úr Íslandi, Noregi og eisini teimum úr Norðurjútlandi. At práta væl saman fakliga er altíð gevandi.

Skráin fyri skeiðið var áhugaverd og spennandi, og dagarnir vóru drúgvir. Millum annað var tvørfakligt bólkaarbeiði, málsøga við Arna Torp, professara á Universitetinum í Tromsø, vitjan á norðurlendskum sjónleikarhúsi, grannamálsundirvísing við Helenu Berglund, lektara, íslendskt við Ernu Jessen, lærara, umframt collective writing við Christinu Lundh, lærara.
- Áðrenn vit fóru heimanífrá, skuldu vit velja eina søgu, sum vit vildu geva víðari til hinar luttakararnar. Søgan skuldi lesast upp á okkara máli og síðan viðgerast í bólkum. Hetta var eitt stuttligt og gevandi kvøld, har okkara fakligi førleiki varð prógvaður, og vit vórðu 26 nýggir málloðsar. Vit kunnu sanniliga sanna, at hetta skeiðið hevur latið dyrnar upp til norðurlenskt samstarv.   

Stutt eftir at Bergljót Johannesen og Hanna Ovadóttir vóru komnar heim, var boð eftir teimum at koma til Hjørring í Norðurjútlandi at undirvísa í eina viku sum málloðsar.
- Hetta var eitt spennandi tilboð, og vit vóru spentar til hetta samstarvið, men av serligum ávum varð hetta av ongum. Vit hava eisini fingið aðrar áheitanir, men hava tíverri ikki kunnað tikið av, til dømis at vera við til at byggja upp ein norðurlendskan undirvísingarportal. Á undirvísingarportalinum www.sprogpiloter.org er føroyska flaggið, Merkið, men tá tú trýstir á tað, kemur einki fram; tað er ógvuliga spell. Hini eru forvitin at fáa at vita meiri um okkum, sum eru “heimsmeistarar í norðurlendskum máli”, sum Arne Torp tók til.

Bergljót Johannesen og Hanna Ovadóttir samskifta javnan um fakligar spurningar við lærarar í Norðurlondum, nógv samskifti fer fram umvegis Skype, og næmingar í Føroyum samskifta við næmingar í Íslandi.
- Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl vit eru fyri, tá tað kemur til okkara næsta mál.
 

Síðst í apríl gekk leiðin til Lysebu í Noregi, har Bergljót Johannesen og Hanna Ovadóttir hava fingið í boði at hitta aðrar málloðsar.
- Hetta gleða vit okkum nógv til og vænta at fáa góðan íblástur til undirvísingina.

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni