Tíðindi
06.07.2023
Tá ið vit seta sjóneykuna á, hví børn venda skúlanum bakið í styttri ella longri tíðarskeið, verður problematikkurin vanliga sæddur úr eygunum á teimum, sum eru næst barninum: foreldrunum, skúlanum, lærarum, førleikastovuni, myndugleikum og ymsum serfrøðingum. Røddin á sjálvum barninum er antin kám ella ikki til staðar, og hetta er eisini galdandi í øllum tí, sum tú kanst lesa um evnið, og í teimum virkisætlanum, sum verða gjørdar at lýsa ítøkilig mál um skúlafráveru.
- Allar røddirnar hava týdning og skulu hoyrast, men røddin á barninum hevur sera stóran týdning, um vit til fulnar skulu skilja, hví børn fáa so nógva fráveru, at tað verður ein trupulleiki. Støðan hjá barninum er mangan viðkvom, tí tað er ofta ein long søga, sum hevur ført fram til, at barnið hevur vent skúlanum bakið. Nýggjari gransking uttanlands roynir at fáa barnarøddina meiri við; tað er eisini ein tanki hjá mær, men hvussu eg ítøkiliga fari at gera tað, er ov tíðliga at siga. Ein máti er at tosa við fyrrverandi næmingar, sum hava stríðst við skúlafráveru, sigur Pætur Zachariasson.
Hvat eyðkennir skúlafráveru í føroyskum høpi, hvussu verður skúlafrávera handfarin, og hvørji frálærufrøðilig, námsfrøðilig og sálarfrøðilig tiltøk kunnu minka um skúlafráveru? Hetta er uppgávan, sum Pætur Zachariasson, sálarfrøðingur, eftir ætlan fer at arbeiða við komandi trý árini. Í februar fór hann undir at skipa hesa granskingarverkætlan. Granskingarverkætlanin er vorðin til í kjalarvørrinum á eini niðurstøðu, sum ein arbeiðsbólkur við umboðum úr viðkomandi stovnum kom til, eftir at hava viðgjørt skúlafráveru. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at tørvur er á at lýsa trupulleikan í Føroyum nærri, bæði tá ið talan er um, hvussu skúlafrávera verður skrásett og handfarin, og eisini, tá ið talan er um, hvørji tiltøk verða sett í verk at minka um skúlafráveru.
Gransking, serliga í Norðurlondum, í skúlafráveru er farin frá at varpa ljós á barnið, einstaklingin og einstøk viðurskifti, sum kunnu elva til skúlafráveru, til at hyggja nærri at øllum teimum skipanum, sum barnið er partur av.
Tað er Nám, sum hevur tikið stig til granskingarverkætlanina í tøttum samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og viðkomandi stovnar í skúlaverkinum.
Les alla samrøðuna við Pætur Zachariasson í Skúlablað nr 2, 2023.
Mynd: Árni Øregaard