Tíðindi
03.03.2022
Fakfelagssamstarvið hevur í felag orðað hoyringarskrivið til lógaruppskotið hjá landsstýrinum um barnaváttanir. Har verður eitt nú sagt, at kravið um eina barnaváttan kann geva foreldrum og avvarðandi eina skeiva fatan av, at eingi starvsfólk, sum arbeiða innan fyri barna- og ungdómsøkið, hava gjørt seg kynsliga inn á børn. Veruleikin er, at persónar, sum gera seg kynsliga inn á børn, sjáldan verða dømdir fyri síni misbrot. Fakfelagssamstarvið heldur tí, at tað er tørvur á einum væl skipaðum upplýsingarátaki, soleiðis at børn og ung verða upplýst um kynsligan atburð og læra at seta mørk fyri, hvat ein natúrligur og góðtikin kynsligur atburður er. Eitt slíkt upplýsingarátak eigur at verða sett í verk, samstundis sum eitt lógaruppskot um barnaváttanir verður samtykt í Løgtinginum, um tað skal fáa veruliga ávirkan.
- Tað eru bara tey, sum eru dømd fyri kynslig misbrot, sum verða so at siga fangað við barnaváttanum; tað er tíverri bara ein lítil partur av teimum, sum hava framt misbrot, sum eru dømd. Í nógvum førum verður ágangurin als ikki meldaður; og har ágangurin er meldaður, er mangan ikki nóg mikið til, at tann, sum er ákærdur, fær dóm. Tað er eingin skipan, sum fult og heilt tryggjar, at eingin, sum hevur gjørt seg inn á børn, arbeiðir við børnum; besta trygdin, vit tí kunnu seta í verk, er, at samfelagið, børn og vaksin, kunnu tosa opið um, at kynsligur ágangur á ongan hátt er í lagi, at børnini læra at seta mørk, og hvat ein natúrligur og góðtikin kynsligur atburður er.
Lógin um barnaváttanir fer at hava við sær, at kynslig misbrot fara at verða skrásett serstakt; tað vil við øðrum orðum siga, at arbeiðsgevarar, eitt nú skúlastjórar, sum seta lærarar í starv, kunnu fáa upplýsingar um, hvørt umsøkjarar hava gjørt kynslig misbrot – uttan at verða kunnað um møgulig onnur lógarbrot, umsøkjarin hevur gjørt. Soleiðis, sum skipanin er í løtuni, skulu lærarar í Føroyum, ið søkja lærarastarv í Danmark, har krav er um barnaváttan, vísa revsiváttan; í revsiváttanini standa øll lógarbrot, tú hevur framt, ikki bara kynslig.
Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2022 umframt oddagrein um sama evni.