Tíðindi
11.11.2015
Á kveikingardegnum hjá SSP-ráðgevingini fríggjadagin greiddi Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður, frá um barnaumboðsmannin, sum gjørdist partur av løgtingsins umboðsmanni 1. oktober í fjør. Kærur eru komnar til stovnin frá børnum, men eingin teirra hoyrir undir virkisøkið hjá stovninum. Sostatt er enn eingin kæra frá børnum viðgjørd.
Hvat er tað so, sum tú kanst kæra um? Heimasíðan hjá stovninum er ógvuliga greið og væl útbygd, og har stendur m.a., hvat tú kanst klaga um, hvussu tú gert og so framvegis. Børn og vaksin kunnu klaga til umboðsmannin, um tey halda, at ein almennur ella privatur myndugleiki ella stovnur ikki hevur borið seg rætt at móti einum barni.
Tú kanst ikki klaga um alt til umboðsmannin. Men tú kanst altíð venda tær til stovnin, um tú hevur ein trupulleika. Um stovnurin ikki fær hjálpt tær, kann stovnurin vit seta teg í samband við onkran annan, sum kann hjálpa.
Tú kanst til dømis klaga til umboðsmannin:
Um skúlin ella ein annar myndugleiki ikki vil hjálpa tær ella ikki ger nóg mikið fyri at hjálpa tær.
Um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tú ert ósamd/ur í ella kedd/ur av.
Um tú býrt hjá eini fosturfamilju ella á einum stovni, og tú heldur, at tú verður skeivt viðfarin.
Tú kanst ikki klaga til umboðsmannin um:
Ein dóm
Ein handil
Tíni foreldur
Tínar vinir
Í Danmark fær barnaumboðsmaðurin nógvar kærur frá børnum, sum eru vaksin upp í fosturfamiljum.
Ein orsøk til, at ongar kærur eru komnar, sum stovnurin kann viðgera, kann skyldast, at stovnurin er so nýggjur, og at børn ikki vita, at tey kunnu kæra til barnaumboðsmannin.
Allar upplýsingar um virkisøkið hjá stovninum fáast á hesi síðuni:
http://www.bum.fo/Default.aspx?ID=13790